Fara nú aftur undir oljuleiting við Írland

Áhugi millum oljufeløgini at leita eftir olju og gassi á øllum Atlantsmótinum bara tykist vaksa. Heilt frá økjunum út fyri Írland til økið millum Føroyar og Bretland og norður til økini út fyri Miðnoreg verður nú miðvíst leitað eftir olju.

 

Áhugi millum oljufeløgini at leita eftir olju og gassi á øllum Atlantsmótinum bara tykist vaksa. Heilt frá økjunum út fyri Írland til økið millum Føroyar og Bretland og norður til økini út fyri Miðnoreg verður nú miðvíst leitað eftir olju.

Hetta er tað økið, sum oljufeløgini kalla The Atlantic Frontier ella Atlantic Margin ella Atlantsmótið. Talan er um útbjóðingarøkið hjá fýra londum, nevniliga Noregi, Føroyum, Bretlandi og Írlandi.

Ímeðan bíðað verður eftir tí fyrsta útbjóðingarumfarinum á føroyskum øki kappast hini londinum um at luta út nýggj øki til oljufeløgini.

Á djúpum vatni úr fyri Miðnoreg, eitt nú á Vøring-háslættanum eru í løtuni fleiri oljufeløg í ferð við at bora og gera kanningar.

Herfyri lýsti Bretlandi 17. útbjóðingarumfarið, sum serstakliga fevnir um økið vestan fyri Hebridurnar og nærhendis Rockall.

Nú hevur so írska stjórnin lýst eitt nýtt útbjóðingarumfar, sum serstakliga fevnir um The Rockall Trough.


Phillips best fyri

Bíðað hevur verið í stórum spenningi eftir úrslitinum av hesum útbjóðingarumfarinum, tí tað er so langt síðani, at útbjóðing var við Írland.

Úrslitið av 3. lisensrundu vísir, at tilsamans 17 oljufeløg hava fingið tillutað íalt 58 teigar. Felagið, sum hevur fingið mest burtur úr hesi útbjóðing, er Phillips Petroleum. Felagið hevur fingið tillutað ikki færri enn 24 teigum. Av hesum verður Phillips operatør fyri 16 teigar.

Richard Mott, kanningarstjóri hjá Phillips sigur, at felagið við hesi útbjóðing hevur tilsamans 33 teigar ímóti 11 frammanundan í írskum øki.

Hann sigur, at felagið er fegið um at kunna fara aftur til arbeiðis í írskum øki, har tað í 1978 gjørdi eitt fund í Porcupine lagdini.

-Teigarnir - 50 í tali - sum vit hava fingið tillutað við Írland saman við teigunum vit fingu í 17. rundu á bretskum øki herfyri vísa, at Phillips er við at gerast ein av teimum stóru luttakarunum á Atlantsmótinum, har møguleikar eru fyri at finna nógva olju og gass sigur Richard Mott.

Nøkur av hinum feløgunum, sum hava fingið tillutað operatørleiklut í írskum øki eru m.a. Shell, Elf, Enterprise, Arco, Statoil, British Gas og Saga.

Lars Bjerke, stjóri hjá Saga, sigur, at teir eru sera væl nøgdir við úrslitið av útbjóðingini og vísir á, at felagið hevur ikki pliktað seg til at bora eftir olju men til at savna ikki seismikk og kortleggja økið í fyrsta umfarið.

Herfyri fekk Saga fyri fyrstu ferð eisini operatørleiklut á bretskum øki.

-Vit vilja fegnir síggja alt Atlantsmótið sum eitt samanhangandi øki og fara at brúka vitan frá einum parti til at skilja hinar partarnar sigur Lars Bjerke.


Føroyar næsta økið

Tað er annars greitt, at írskir myndugleikar leggja stóran dent á at fáa oljufeløgini at vísa Írlandi ans, nú íløgur verða gjørdar í leiting í nýggjum økjum. Tað eru nógv ár síðani, at oljufeløgini mistu áhugan fyri írska økinum m.a. tí at tey vóru ikki so heppin við leitingini tá.

Nú hava írsku myndugleikarnir gjørt sera lagaligar treytir fyri oljufeløgini, sum tí eru sinnað at gera íløgur har. Írski orkumálaráðharrin Emmet Stagg hevur longu lýst eina nýggja rundu. Tilsamans 156 teigar í sunnara Porkupine økinum verður lutaðir út. Freistin at søkja er 15. desember 98.

Nú tað hava verið tvær útbjóðingarrundur í bretskum og írskum øki eru oljufeløgini farin at vísa Føroyum ans. Tað verður bíðað í stórum spenningi eftir fyrstu útbjóðingarrunduni við Føroyar.