Fara nú at byggja fyribils politistøð í Havn

Nú er ætlanin at byggja eina politistøð í trimum hæddum, men hon skal bara standa í fimm ár

Politii í Føroyum hevur nú søkt Tórshavnar Býráð um loyvi at byggja eina nýggja politistøð í Havn.

Støðin skal byggjast við Karlamagnusarbreyt. Men talan er bara um eina fyribils politistøð, sum skal standa í fimm ár og so skal hon takast niður aftur.

Umsóknin kemur í kjalarvørrinum á afturvendandi trupulleikanum hjá politiðnum við blamusoppi, sum er til stóran ampa hjá teimum, sum arbeiða hjá politiðnum.

 

Hendan nýggja, fyribils politistøðin verður eitt hús í trimum hæddum, ið verður bygt sum eitt U, har móttøkan verður út ímóti Karlamagnusarbreyt.

 

Í garðinum verður eitt bilskýli og parkering til 12 bilar og útkoyring við portri verður út móti vegnum Myllutjørn.

 

Tá ið Politiið flytir aftur um fimm ár, verður økið ruddað og latið aftur til kommununa, soleiðis at tað kann byggjast sambært ásetingunum fyri økið.