Fara nú at tryggja sandvíkingar betur ímóti eldi

Tað hevur drigið út, men nú verður tað, sigur borgarstjórin

Fyri einum ári síðani brunnu eini hús í grund í Sandvík og tá varð arbeiðið at sløkkja eldrin nógv tarnað av, at brandpostarnir riggaðu ikki. Stutt eftir samtykti bygdarráðið at seta nýggjar brandpostar upp í Sandvík. Tað hevur drigið út og enn er einki hent – men Janus Thomsen, borgarstjóri, sigur, at nú verður tað.

 

Hann sigur, at arbeiðið er komið í drag, tí tað hava ikki verið umstøður til tað av tí, at so nógv annað hevur verið er gera. Men hann sigur, at nú eru bæði brandpostar, og leiðingin, sum skal leggjast, útvegað. Ætlanin er at seta nýggjar brandpostar upp og samstundis skal nýggj leiðing leggjast frá brunninum oman í bygdina. Tveir brunnar eru, og tann eldri, skal umvælast og brúkast til vatngoymslu, og so verða báðir brunnarnir koplaðir til leiðingina til brandpostarnar.

 

Í næstum fáa jarðareigararnir umbøn frá kommununi um at loyvi at grava ígjøgnum jørðina, men av tí, at gravast skal fyri ein stóran part ígjøgnum bøin, verður farið undir arbeiðið so skjótt, bøurin er sligin, sigur borgarstjórin.