Nú er eitt felag sett á stovn við tí endamáli at veita fólki heimahjálp á privatum grundarlagi.
Tað eru tey bæði Sunnfríð Isaksen og Tommy Tausen, sum eru á myndini, ið hava stovnað felagið, Heimatænastan, við tí endamáli at veita fólki, sum hava tørv á tí, eina fjølbroytta tænastu, sum tey málbera seg.
Í fyrstuni verða tað tey bæði, sum fara at veita tænastuna. Men vísir tað seg at tørvurin er stórur, fara tey eisini at hugsa um at seta fólk í starv.
Sjálv hevur hon skeið í heimarøkt og hon ivast ikki í, at tørvurin er stórur.
- Vit hoyra dagliga um, hvussu stórur tørvur er á eini slíkari heimatænastu og at fólk ikki fáa tað heimatænastu frá tí almenna, tey hava brúk fyri, sigur Sunnfríð Isaksen í Vestmanna, sum eisini verður heimstaður hjá felagnum.
Tað einasta, tey fáa, er persónlig røkt, ella so dánt tað, leggur hon afturt.
- Endamálið við okkara privatu heimatænastu er fyrst og fremst at kunna hjálpa fólki við øllum øðrum, sum manglar í almennu heimatænastuni, sigur hon.
Men vísir tað seg so, at tørvur eisini er á at veita persónliga røkt, fara vit at taka tað upp, leggur hon afturat.
Men annars er lítið og onki mark fyri, hvørjar tænastur, tey kunnu veita.
Vit kunnu vaska klæðir, vaska vindeygu, gera reint, koyra fólk ørindi at keypa ella til lækna og fimleik, lesa fyri fólki, røkta eina grøv, ella hvat tað skal vera.
Tey bjóða seg eisini fram at vera fylgjarar hjá fólki í sambandi við sjúkraørindi.
Hon sigur eisini, at endamálið er at veita tænastur um alt landið.
|