Fara nú eisini at koyra til smábygdir í Vágum

Bygdaleiðir bøtir um tænastuna í Vágum

Nú fara bygdaleiðir eisini at koyra til Bíggjar og til Gásadals í Vágum. Strandferðslan sigur, at nýggju ruturnar byrja mánadagin 4. oktober.

 

Í fyrsta umfari verða túrarnir til og úr Gásadali, tilkallitúrar og tað merkir, at fólk, sum skulu við bussinum, mugu ringja og biðja um pláss í seinasta lagi tveir tímar áðrenn bussurin ferð. Men morguntúrurin úr Gásadali skal bíleggjast kvøldið fyri.

 

Tá ið summarferðaætlanin kemur í gildi næsta summar, er ætlanin at fáa nakrar túrar afturat, og tá er eisini ætlanin, at bussurin skal koyra nakrar túrar fast til Gásadals, so teir túrarnar verður ikki neyðugt at bíleggja um pláss frammanundan.

 

Strandferðslan sigur, at ferðaseðilin úr Sørvági til Bíggjar og Gásadals fer at at kosta 20 krónur, sum er tað sama, sum prísurin er á øðrum rutum í Vágum.