Fara skjótt at flúgva til heitari lond

Seinni í ár fer Atlantsflog fer at flúgva til fleiri ferðamál

Nú summarið nærkast, og ferða- og tilmælini um sóttarhald eru linkað, hevur Atlantsflog gjørt av at fara undir flúgving til fleiri ferðamál.

 

Sum nakað nýtt fer Atlantsflog at flúgva beinleiðis til norska høvuðsstaðin Oslo eina ferð um vikuna í summar. Flogið verður eisini beinleiðis til Mallorka í summar, sigur Atlantsflog í einum tíðindaskrivi

 

Í vetur fáa føroyingar eisini aftur høvið at flúgva beinleiðis til Gran Canaria. Tíðarskeiðið flogið verður til Gran Canaria verður framskundað, soleiðis at tað verður gjørligt at flúgva beinleiðis longu frá november mánaði í ár. Sum nakað nýtt er eisini æltanin at byrja at flúgva til Gran Canaria frá á páskum 2022 og út ímóti summarinum. sigur Atlantsflog.