Fara út í hvønn krók

Í staðin fyri at gera ítróttarsendingina 3-2 í sjónvarpinum, er Tórður Mikkelsen nú farin undir nýggja eina sendirøð saman við myndamanninum Jógvan Eli Dam.
– Vit fara út um landið og taka upp gerandisligar spurningar, sum viðkoma fólki á staðnum

Tórður Mikkelsen og Jógvan Eli Dam í sjónvarpinum eru fegnir. Teir løgdu uppskot fyri programmleiðsluna um at gera sendingar við at fara út um landið at tosa við fólk, og leiðslan tók teir upp á orðið. Í hvussu er fram til summarið skulu teir brúka alla sína arbeiðstíð til at gera hesar sendingar, sum hava fingið heitið Frætt og fregnað.
Sosialurin vitjaði teir í morgun í sjónvarpinum. Ætlanin var at fara við tyrluni út til Skúvoyar, men verðrið var heldur ivasamt.
- Tað hevði verið deiligt at farið í dag, tí tað er so ljóst, og sólin skínur, men vit eru so stýrd av veðrinum, sigur myndamaðurin Jógvan Eli Dam.

Hava royndirnar
Tórður Mikkelsen hevur á áttanda árið gjørt ítróttarsendingina 3-2, men nú er hann givin við tí. Ítróttur hevur framvegis hansara stóra áhuga, men hann hevur hug at royna nakað annað aftur, og so verður ikki so galið ikki longur at vera bundin av arbeiði hvørt vikuskifti.
Eina ferð fyri langari tíð síðan gjørdu Tórður Mikkelsen, Zacharias Hammer og Jógvan Eli nakrar fáar sendingar við heitinum Frætt og fregnað, og teir báðirtaka nú táttin upp aftur eftir nøkulunda sama leisti.
- Vit ætla okkum at ferðast runt í landinum og taka ymiskar spurningr, sum hava týdning fyri tey fólkini, vit tosa við, sigur Tórður Mikkelsen.

Fyrst smápláss
Til ta fyrstu sendingina gjørdu teir ymiskar samrøður í Nólsoy, og allar sendingarnar verða settar saman soleiðis, at eitt pláss er útgangsstøði, sum vent verður aftur til nakrar ferðir. Sendingin fer at hava nakrar samrøður gjørdar á hesum plássi, og inn ímillum hesar samrøður kemur ymist annað. Her kann nevnast, at í hvørjari sending fara Solby Eliasen og Hallur Helmsdal at hava eitt innslag um ymist skapandi virksemi.
Tórður Mikkelsen og Jógvan Eli Dam hava í sínum arbeiði ferðast nógv kring landið, og teir kenna tí fólk allastaðni. Tað var eisini Tórður Mikkelsen, sum í sínari tíð
byrjaði við morgunsendingini í útvarpinum, har fólk fingu møguleikan at sleppa fram at mikrofonini og tosa um gerandislig mál.

Fyrikomandi fólk
- Tað er nógv lættari nú, enn tað var áður, at fáa fólk at stíga fram, men tað gongur verri at fáa kvinnurnar at tosa. Eg skilji ikki, hví tær so ofta aftra seg, um tað er av smædni ella tær hava størri sjálvkritikk, sigur Tórður Mikkelsen.
Honum hevur altíð dámt væl at tikið upp fólkslig evni. Evni, sum lýsa gerndisdagin hjá fólki, og sum ikki vanliga verða umrødd í sjónvarpinum. Atfinningarsemi verður ikki tað, sum fer at merkja sendingarnar.
Sum myndamaður gleðir Jógvan Eli Dam seg nógv at koma meira út um landið at taka myndir, tí náttúran er so vøkur, og ikki minst spennandi er nú ljósspælið í kavanum.
- Okkara mál er at lýsa landið, eisini i myndum, siga teir báðir.
Sendingin Frætt og fregnað verður send annað hvørt fríggjakvøld. Henda sendingin og Refleksjón vera sendar upp á skift fríggjakvøld.
Fyrsta sendingin Frætt og Fregnað kemur á grækarismessu.