Fara til Noregs at hyggja at avloysaraskipi fyri Smyril

Strandferðslan hevur gott eyga á einum skipi sum minnir akkurát um gamla Smyril

Í næstum fara umboð fyri Strandferðsluna at kanna møguleikarnar fyri at útvega eina ferju at sigla ímillum Suðuroynna og Havnina.

 

Strandferðslan hevur leigað Herjólf til 31. august. Tað er ein ferja, sum hevur elvt til stóra misnøgd og Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur boðað Løgtinginum frá, at tað leigumálið verður ikki endurnýggjað.

 

Les eisini: Hesin fer av landinum í heyst - og kemur ikki aftur

 

Samstundis skal Smyril takast úr sigling í 10-14 dagar einaferð í heyst tí hann skal hava nýggjar hálpimotorar.

 

Ein partur av tí arbeiðnum kann ikki gerast ímeðan hann er í sigling og tí skal hann leggjast í 10-14 dagar.

 

Men samstundis eru politikarar, sum heild, samdir um, at nú er so nógvur flutningur ímillum Suðuroynna og Havnina, at Smyril klárar tað ikki einsamallur.

 

Tað var eisini orsøkin til, at Herjólfur varð leigaður, og hóast hann ikki er væl hóskandi ferðafólkaskip, hevur hann bøtt munandi um trupulleikan við farmaflutninginum.

 

So tá ið ætlanin nú er at senda hann av landinum, hevur Dennis Holm givið Strandferðsluni boð um at kanna aðrar møguleikar.

 

Sum vit skrivaðu eina ferð, verður arbeitt við at leiga Norrønu at røkja suðuroyarsiglingina í nakrar dagar.

 

Les eisini: Arbeiða við at leiga Norrønu til Suðuroyarsigling - í nakrar dagar

 

Men Strandferðslan hevur eisini fingið gott eyga á einari norskari ferju. Talan er um eina lutfalsliga nýggja ferjum tí hon er bygt í 2012, men norðmenn eru í ferð við at skifta hana út.

 

Hon er 93 metrar long og minnir sostatt rættiliga nógv um gamla Smyril, sum var undan hesum. Men stjórin á Strandferðsluni vil kortini ikki siga, hvørja ferjum talan er um.

 

##med2##

 

Og nú fara umboð fyri Strandferðsluna til Noregs at hyggja at skipinum og at sigla við henni. Tey fara sjálvandi eisini at tosa við eigararnar um møguleikan fyri at leiga hana - ella at keypa hana

 

Niels Juel Arge, stjóri í Stranferðsluni, sigur, at tá ið tey eru komin til eina niðurstøðu, fara tey at vísa landsstýrinum á, hvørjir møguleikar eru - og tað verður út frá teimum fakligu, og fíggjarligu fortreytunum, sum eru.

 

Er ferjan ein nøktandi loysn, bæði hvat sigling og kostnaði viðvíkur, verður støða tikin til, hvat skal gerast.

 

Men fyrsta fortreyt er sjálvsagt at norski eigarin yvirhøvur er sinnaður at leiga, ella at selja og tað vita tey ikki enn.

 

Dennis Holm sigur, at tá ið hann hevur fingið eina frágreiðing frá Strandferðsluni, skal ein politisk støða takast til spurningin.

 

Men Smyril klárar ikki at røkja siglingina einsamallur og tað altitið sleppa tey ikki undan at taka, tá ið ein endalig støða skal takast, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hendan ferjan, Lødingen, er bygt í 2012, og er 93 metrar long, so hon passar akkurát til ferjuna, stjórin á Strandferðsluni sigur, at tey hyggja at. Tað kann eisini vera eitt systurskip, tí í Noregi eru nakrar ferjur, sum eru at kalla akkurát sama slag