Fara til Suðuroyar hesa ferð

Hetta verður fyrstu ferð, at tey eru í Salt

Hetta er tíðin, tá ið Tórshavnar Manskór plaga at takka fyri árið við eini stórari várkonsert. Higartil hava tær flestu várkonsertirnar verið í Havn, men í ár verður tað øðrvísi tí hesaferð verður várkonsertin hjá manskórinum í Salt á Tvøroyri - og tað verður nú leygarkvøldið 21. mai.

 

Tað er samstundis fyrstu ferð, at Tórshavnar Manskór hevur eina stóra konsert í Suðuroy.

 

Hetta er fyrstu ferð síðan korona fór at ganga, at Tórshavnar Manskór hevur várkonsert, og í hesum sambandi hava tey. vant eina skrá, har sungið verður á fleiri málum, føroyskum, donskum, íslendskum, svenskum, týskum, enskum og latíni.

 

Vanliga eru gestasangarar og gestatónleikarar við á konsertum hjá manskórinum, og soleiðis er eisini hesaferð. Gesturin hesaferð eru ta ðEdvard Nyholm Debess og Eyðun Mohr Hansen, sum eru gestir.

 

Tað vóru Bjarni Restorff og Kári av Reyni, sum stovnaðu Tórshavnar Manskór varð í 1986. Kórið er virkið og hevur ímillum 30 og 40 konsertir um árið.