FarCargo flytur vørur heim so skjótt verkfallið er av

Nú ber fyri fyrstu ferð til hjá handlum at fáa vørur heim til Føroya við flogfari fáar tímar eftir at verkfallið er av

– Flogfarið hjá okkum stendurí Billund, og vit bjóða okkum til at flúgva vørur heim til Føroya, so skjótt verfallið er av.

 

Tað sigur Birgir Nielsen, stjóri í FarCargo.

 

Flogfarið hjá FarCargo, »Eysturoy«, stendur í løtuni í Billund og hevur eisini sum flest onnur feløg verið rakt av verkfallinum í Føroyum.

 

Tað tekur fleiri dagar hjá heilsølum at fáa vørur til landið, eftir at verkfallið er av, tí allar vørurnar verða fluttar við skipi, og skipini sigla jú ikki hvønn dag.

 

Men nú er fyri fyrstu ferð annar møguleiki at fáa vørur heim við flogfari, tí FarCargo bjóðar føroyskum innflytarum, at fáa vørur sendar við farmaflogfarinum so skjótt sum gjørligt til Føroyar, eftir at verkfallið er av.

 

##med2##

– Talan kann verða um matvørur og aðrar neyðugar vørur, sum tørvur er á hjá føroyska húsarhaldinum og hjá føroysku vinnuni, sigur Birgir Nielsen.

 

– Vit vilja tryggja, at tað ikki verður neyðugt at bíða 3-4 dagar eftir vørunum, men vit kunnu fáa tær til Føroyar fáar tímar eftir at verkfallið er av, sigur hann.

 

Eftir ætlan kemur Eysturoy at flúgva til Føroyar so skjótt sum verkfallið er av, og vøra kann fáast samlað til flogfarið.

 

##med3##

– Vit fylgja væl við gongdini við samráðingunum, og føroyskir kundar eru vælkomnir at kontakta okkum ella farmafeløgini, um tey vilja bóka farm umborð á Eysturoy til farmatúrar millum Billund og Vágar, sigur Birgir Nielsen, sum er annar av stjórunum í FarCargo.

 

##med4##