Myndir: Álvur Haraldsen

FarCargo sleppur at lenda í vikuni

Endaliga loyvið hjá FarCargo at lenda í Føroyum kemur upp á pláss

Myndir: Álvur Haraldsen

Hóast flogfarið hjá FarCargo á heimasíðuni hjá Vága Floghavn stendur til at lenda í morgin, týsdagin, so verður flogloyvi kortini ikki greitt fyrr enn seinni í vikuni.

Tað sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

Hann sigur, at varand flogloyvi hjá FarCargo kemur upp á pláss. Tað er bara ein avgreiðsluspurningur, sum tekur nakað av tíð at greiða, sigur hann.

– Viðgerðin av einum standandi loyvi er í gongd. Til tað er komið upp á pláss, so verður flúgvingin avgreidd undantaksloyvi. Tað er einki hokus-pokus í tí, sigur Regin I. Jakobsen.

Hann sigur, at tey hava sent umsókn um loyvi í september í 2022. Tað er ein trupul og fløkt mannagongd, sum tekur drúgva tíð at avgreiða.

Og tað at flogfarið hjá FarCargo er ov stórt til flogvøllin hevur einki við hvørki flogfar ella flogvøllin at gera.

– Vøllurin hjá Vága Floghavn er ein categori C flogvøllur, sum merkir, at hann hevur loyvi at taka ímóti flogførum upp til støddina á Airbus flogfarinum hjá Atlantsflog. Ein Boeing 757 hoyrir til categori D, sigur stjórin á Vága Floghavn.

 

##med2##

Hann sigur, at flogfarið hjá FarCargo er av teimum minstu Boeing 757, at og tað er góðkent at lenda á vøllum, sum eru minni enn tann hjá Vága Floghavn. Men tað krevst ein standandi loyvi, og at tað er tann tiltgongdin, sum hevur verið til viðgerðar, men sum ikki er komin upp á pláss enn.

– So talan er bara um ein avgreiðsluspurning, sum skal fáast upp á pláss. Men til endaliga loyvið er komið upp á pláss, so arbeiða vit við einum fyribils loyvi fyri hvørja lending, sigur Regin I. Jakobsen.

Hann hevur tosað við Trafikstyrelsen í Danmark, og saman eru tey komin til eina aðra loysn, enn hana, tey høvdu hugsað sær, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

 

Myndir: Álvur Haraldsen