FarCargo sleppur nú at lenda í Vágum

Vága floghavn hevur nú fingið tað fyribilsloyvi sum skal til, fyri at flogfarið kann lenda

Hóast bæði flogfelag og flogvøllur hildu seg hava loyvini í lagi, so segði Trafikstyrelsen, at tað vóru tey ikki, og at Vága Floghavn ikki kann taka ímóti flogførum, sum hava eitt veingjaspenni yvir 36 metrar. Boeing 757 flogfarið hjá FarCargo hevur eitt veingjaspennið upp á 42 metrar. Tí skuldi eitt serloyvi til. 

Semja er millum partarnar, hetta fæst upp á pláss. Men til tað er komið upp á pláss má felagið hava undantaksloyvi fyri hvørja lending. Tað er nú upp á pláss soleiðis, at flogfarið kann lenda í Vágum í morgin.

 

– Sum væntað fingu vit aftur lendiloyvi, á sama hátt sum vit fingu í síðstu viku. Nú hyggja vit frameftir at byrja regluliga flúgving, skrivar Birgir Nielsen, stjóri í FarCargo, í viðmerking á Facebook.

 

Sambært skránni hjá Vága Floghavn, so skal flogarið Eysturoy hjá FarCargo lenda í Vágum í morgin klokkan 17, tá tað kemur úr Billund.