– Av ókendum orsøkum tykist stríð hava tikið seg upp um hesa verkætlan í fyrisitingini, og alt bendir á, at ætlanin er at steðga verkætlanini og tí fyrireikingararbeiði, ið er gjørt.
Tað siga Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkurin millum annað í uppskoti til samtyktar, har flokkarnir skjóta upp, at Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna og leggja fram neyðug lógaruppskot fyri Løgtingið, ið kunnu fremja ætlanirnar og endamálini við Far-Gen verkætlanini á ein tryggan hátt fyri allar føroyingar og til gagns fyri føroyska førleikamenning og fyri ræðið hjá føroyskum myndugleikum á viðgerðina av ílegugransking í Føroyum
Í viðmerkingum til uppskotið vísa teir tríggir flokkarnir á, at løgtingið hevur í fleiri umførum játtað pening á fíggjarlógini til at fyrireika sonevndu Far- Gen verkætlanina.
– Løgtingið hevur fingið ávísa kunning um verkætlanina, men týdningarmiklir fakpersónar hava enn ikki fingið høvi at greiða frá teimum hugsjónum og endamálum, ið liggja aftan fyri verkætlanina – og hvørji ivamál ella forðingar, ið eru íkomin fyri at fremja verkætlanina, siga uppskotsstillararnir.
Teir halda tó ongan iva vera um, at Far-Gen verkætlanin er eitt alneyðugt framtak fyri føroyska samfelagið, ið eigur at fáa greiða politiska raðfesting. Og at tey ivamál, ið eru, mugu viðgerast og loysast við neyvleika til tess at fremja høvuðsendamálini og ætlanirnar við Far-Gen verkætlanini.
Flokkarnir siga, at Far-Gen verkætlanin byggir á mál og visjónir, sum eru í samsvari við tey politisku mál, ið vit eiga at seta fyri at menna føroyska samfelagið:
1. Far-Gen verkætlanin byggir víðari á tær ætlanir og tær hugsjónir, sum Løgtingið hevur lagt dent á í sambandi við lógina um føroyskar ílegur og Ílegusavnið. Eitt nú:
- At føroyskir myndugleikar tryggja persónligu rættindini hjá hvørjum einstøkum borgara í Føroyum, tá ræður um at lesa, skráseta, goyma og gagnnýta ílegur í Føroyum.
- At føroyskir, almennir myndugleikar hava ræði á og skulu geva loyvi til at granska og gera møguligar vinnuligar ætlanir burtur úr føroyskum ílegum.
- At vit byggja upp føroyskar førleikar at lesa, goyma og viðgera upplýsingar í sambandi við ílegugransking og nýtslu av upplýsingum.
- At vit byggja upp eitt alment infrakervi og eina vitan, sum onnur mugu søkja um at fáa atgongd til, og sum kann skapa altjóða sambond og samstarv undir gjøgnum- skygdum og tryggum kørmum.
2. Far-Gen verkætlanin tekur hesi somu endamál á eitt nýtt stig:
- At í samstarvi við Ílegusavnið og við fremstu serfrøði í heiminum at fara undir at lesa, skráseta og goyma ávíst tal ella bólkar av føroyskum ílegum. Og at hesar upplýsingar kunnu gerast atkomiligar hjá granskarum eftir treytum, ið verða settar úr Føroyum.
- At fáa sjálva tøknina og arbeiðið við at lesa stórt tal av ílegum gjørt í Føroyum – og harvið skapa førleikamenning og virðisøking fyri føroyska samfelagið – heldur enn at útflyta hetta arbeiðið av landinum í einstøkum verkætlanum hjá gramskarum.
- At draga granskarar, rannsóknarstovufólk, tøkni, tøkningar og aðra serfrøði til Føroya.
- At skapa granskingarumhvørvi hjá læknum og øðrum vísindafólki, sum eisini kann gerast bulur undir at menna føroyska heilsuverkið.
- At skapa sambond og hava neyvt ræði og yvirlit á, hvussu føroyskar ílegur verða nýttar í gransking og møguligum vinnuligum ætlanum.
Neyðugt er sjálvsagt at viðgera teir persónsrættindaspurningar og teir vísindasiðsemis- spurningar, ið skulu greiðast í sambandi við eina ætlan sum Far-Gen.
– Men ilt er at síggja, at hesir ikki verða loystir ella kunnu loysast á ein eins tryggan hátt – og við somu atlitum og rættindareglum – sum tá talan er um at lesa og granska í ílegum, sum longu fer fram í dag í einstøkum granskingarverkætlanum, siga Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkurin, su vóna, at Løgtingið fær høvi at fáa allar spurningar lýstar í viðgerðini av hesum uppskoti – og at gongd kann fáast á hetta týdningarmikla mál.