- Eg havi eina samtykt frá einum býráðsfundi í november 2011, har sama býráð hevur givið mær loyvi at røkja bæði størvini. Tá sat eg í løgtinginum og var borgarstjóri, so støðan hjá mær er ikki broytt.
Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri og løgtingsmaður, nú nógv kjak hevur verið um tað er rætt, at borgarstjórar sita á tingi.
Kristin Michelsen metir ikki sjálvur, at tað er nakar trupulleiki at røkja báðar sessirnar, men hann fer óansæð enn einaferð at biðja býráðið um loyvi at røkja báðar sessir.
- Eg fari at biðja býráðið um loyvi aftur, so at vit kunnu fáa eitt orðaskifti aftur. Tað er neyðugt aftaná, at Kári P. Højgaard hevur sett Sirið Stenberg ein skrivligan fyrispurning á løgtingi um tað, umframt tað nógva kjakið, ið hevur verið um málið. Eg dugi tó ikki sjálvur at síggja trupulleikan við, at borgarstjórar hava sæti á løgtingi.
Á løgtingsvalinum 1. september varð Kristin Michelsen afturvaldur á løgting fyri Javnaðarflokkin við 302 atkvøðum. Harvið var hann ein av fýra borgarstjórum, ið vórðu valdir á ting.
Umframt Kristin Michelsen, so vórðu Magnus Rasmussen, Jógvan Skorheim og Heðin Mortensen valdir. Aftaná at samgongan varð skipað, so tók eisini Pauli T. Petersen sæti á tingi sum fastur varamaður.
Tað økti tó ikki um talið av borgarstjórum á løgtingi, tí Jógvan Skorheim mátti søkja um farloyvi aftaná at Klaksvíkar býráð noktaði honum at taka sæti á tingi.
Tað førdi við sær, at floksfelagi hansara á løgtingið, Kári P. Højgaard, reisti málið á tingi við at seta landsstýriskvinnuni í kommunumálum, Sirið Stenberg, ein skrivligan fyrispurning um støðuna, og hvørs tað er rætt, at munur verður gjørdur á borgarstjórum.