- Fari at hyggja nærri at málinum

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, hevði í morgun vitjan av hundraðtals studentaskúlanæmingum, sum vístu sína ónøgd við, at mentamálaráðið ætlar at broyta lesifrítíðina hjá teimum undan komandi skúlaári, og at tey seinni enn vanligt fáa at vita, hvørjar munnligar próvtøkur tey skulu til.

Jógvan á Lakjuni fekk herfyri skriv frá næmingunum úr Hoydølum, har tey kærdu sína neyð víðvíkjandi ætlaðu broytingunum í sambandi við próvtøkurnar, og í dag fekk hann so skriv frá næmingunum á miðnámsskúlanum í Suðuroy handað í sambandi við mótmælisgonguna.

Kenni væl støðuna
Sjálvur hevur Jógvan á Lakjuni nógv ár á baki sum lærari, og hann kennir tí væl støðuna, sum næmingarnir eru í.
- Á ein hátt so skilji eg tey væl, og eg eri ikki í iva um, at tað eru bæði næmingar og lærarar, ið harmast, at tey ikki fáa munnligu próvtøkurnar at vita, fyrr enn tær skrivligu eru farnar aftur um bak. Áður hava tey jú fingið at vita undan skrivligu próvtøkunum, hvørjar munnligar tey skulu til. Tað er jú tað, sum er høvuðsmálið í hesi ósemjuni, sigur Jógvan á Lakjuni.
Landsstýrismaðurin greiðir frá, at sjálvur hevur hann als ikki verið við í hesum avgerðum, ið eru tiknar, tí tað er umsitingin, sum hevur tikið sær av málinum, og umsitingin hevur mett tað rættast, at miðnámsútbúgvingarnar verða so javnt stillaðar sum møguligt.
- Eg havi lovað næmingunum, at eg fari at seta meg inn í málið og hyggja nærri at tí. Hetta fari eg at gera saman við umsitingini, men tað verður neyvan nakað nýtt at frætta í hesi vikuni, tí onkur av starvsfólkunum, ið hava við málið at gera, er uttanlanda. Eg vænti tó, at vit fara at viðgera málið í komandi viku, sigur Jógvan á Lakjuni.