ÍtróttarFøroyar hava sanniliga gjørt bart fyrstu fýra dagarnar, sum kappast hevur verið á Rhodos. Í skrivandi løtu er støðan, at Føroyar hava vunnið flestu heiðursmerkini av øllum. Og líkamikið, hvussu leikur fer seinastu tveir kappingardagarnar, so stendur longu nú greitt, at talan er um so nógv tað besta úrslitið, sum Føroyar nakran tíð hava vunnið á oyggjaleikum.
Og vit onnur fáa illa gjørt annað, enn at boyggja okkum fyri fantastisku avrikunum hjá ítróttarfólkum okkara. Ikki minst, tí tey við hesum eisini eru ein fyrimynd fyri alt Føroya land í so nógvar mátar. Flestu teirra hava fyri fleiri árum síðani sett sær høg mál, og síðani hava tey miðvíst arbeitt fram móti hesum. Hundrað- og kanska túsundtals tímar eru nýttir til venjingar, soleiðis at avrikini stútt og støðugt eru betrað.
Og so verður einki petti lagt í, hvat søgan sigur, ella hvat onnur halda um tað, sum tey gera. Uttan at hetta skal skiljast sum arrogansa, so hava tey sett sær síni egnu mál, heldur enn at fara eftir málunum, sum onnur vilja seta upp fyri tey. Og við at leggja søguna til viks eina løtu, hava settu málini verið nógv hægri enn bara tað, sum onnur í Føroyum hava nátt undan teimum.
Í hesum visjónstíðum er hetta í øllum førum ein framferðarháttur, vit øll eiga at leggja í geyma. Ítróttarsambandið hevur fyri sín part sett sær sína egnu visjón 2015. Hetta er nevnliga oyramerkt sum árið, har Føroyar aftur skulu hýsa leikunum. Men tað krevur so, at ikki bara ítróttarfólkini, men eisini ÍSF, lands- og komunnunalir myndugleikar seta sær mál. Og ikki bara seta sær málini, men eisini arbeiða fram móti hesum við treiskni og toli.
Ítróttarfólkini hava longu víst vegin. Nú er tað upp til okkum onnur at prógva, at vit eisini kunnu fylgja við.