Farið er um líradag og havhestatíð er

Hetta er ein spennandi tíð hjá teimum, sum gera nakað við fuglaveiði

Fuglaveiða

Í gjár, 26. august, var líradagur. Hetta er dagurin, tá ið menn plagdu at draga líra á plássum, har skrápur, sum er gamli fuglurin, byggir reiður. Skrápur reiðrast djúpt niðri í urðagróti og holum, sum hann grevur niður bakkan og moldina.
Ymsastaðni kring landið verður líri tikin, men henda veiða er ikki so vanlig sum havhestaveiða.
Nógv minni er til av skrápi sum búfugli í Føroyum enn av havhesti, sum reiðrast í berginum um alt landið.
Líri verður vanliga drigin upp úr holuni við króki, sum er festur á ein stívan og boyggiligan jarntráð. Verður fuglurin tikin á nátt, sum er meira vanligt, verður gingið við lummalykt eftir urðagrótinum og á grønum blettum, sum eru millum urðagrótið.
Mong hava ongantíð sæð ein livandi líra, tí hesin kemur bert út úr holuni, tá ið kvøldarmyrkrið kemur. Tá ið myrkt er, kemur hann út úr holuni at læra seg at flúgva. Hann kemur eisini út at taka ímóti skrápinum, sum kemur innaftur av havinum við føði. Tá ið skrápurin er komin aftur at landi um midnáttarleitið, fara gamli fuglurin og ungin innaftur í holuna.
Summi kvøld er nógvur líri úti; onnur kvøld minni.
Á teimum plássum, har líri verður veiddur, er hetta ein hugnalig og spennandi tíð.
Tað, vit vita um, eru skúvoyingar millum teir ídnastu at veiða líra.

Havhestur

Hetta er eisini tíðin, tá ið havhestaungin flýgur út av rókini, og hópur av bátum og monnum kring landið fáa sær upp í tunnuna til veturin, sum stundar til. Aðrir sláa seg saman og royna at tjena sær nakrar krónur hesa tíðina.
Eitt sindur ymiskt er, nær besta tíðin er. Hetta kann vera tengt at veðrinum, men tað, sum hevur størstan týdning, er, nær gamli fuglurin er lagstur, og hvussu umstøðurnar hjá unganum at búnast nú einaferð hava verið.
Summi ár fæst havhestaungi á sjónum longu 23. august. Onnur ár kanst tú fara ein langan túr, 26. august ? og ongan fugl síggja á sjónum.
Mangt bendir á, at havhestaungin er eitt sindur seinur á veg í ár.
Menn, sum vóru og stimaðu 23. august, fingu at kalla ongan havhest. Vit hava hoyrt um tveir bátar, sum gjørdu eina roynd hendan dagin. Annar fekk ein fugl; hin tríggjar.
Vit vita eisini um ein bát, sum var ein túr norðanfyri mánadagin í hesi vikuni; hann fekk 17 havhestaungar.
Eftir øllum sólarmerkjum at døma, er havhestaungi nú á veg á sjógvin. Nær bestu dagarnir verða í ár, er torført at siga. Roknast kann tó við, at dagarnir báðumegin mánaðarskiftið, august/ september, verða teir, sum fara at roynast ? alt eftir, hvussu veðrið háttar sær.
Og soleiðis plagar tað at vera ? næstan á hvørjum ári.