Jónleif Johannesen, sum í morgun boðaði frá, at almennu fakfeløgini kanska stovna nýggjan flokk, hevur frammanundan tikið seg av listanum hjá Javnaðarflokkinum í Norðoyggjum Eitt av valevnunum hjá Javnaðarflokkinum i Norðoyggjum við seinasta løgtingsval var Jónleif Johannesen.
Herfyri boðaði hann Norðoya Javnaðarfelag frá, at hann ikki vil vera valevni floksins við komandi løgtingsval.
Tað hevur einki við møguliga nýggjan flokkin at gera, sigur Jónleif Johannesen. Hann valdi at fara av listanum í Norðoyggjum, tí seinast vóru tey fimm valevni í Norðoyggjum, og tað var ov nógv, sigur hann.
Jónleif Johannesen sigur, at hann ongar ætlanir hevur um at venda Javnaðarflokkinum bakið. Tvørurímóti fer hann at royna at ávirka flokkin, so hann aftur kemur á beint. Fyri tað um hann er talsmaður hjá almennu fakfeløgunum, merkir tað ikki, at hann møguliga verður valevni.
Her hugsar hann serliga um samráðingarrættin hjá fakfeløgunum.
- Fakfeløgini eru ikki bara ónøgd við Javnaðarflokkin, men líka so nógv við hinar flokkarnar, ið heldur ikki virða samráðingarrættin, sigur Jónleif Johannesen.