Hetta vikuskiftið er Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, farin eitt langt vikuskifti heilt til Japan. Hann er farin avstað í gjár og kemur aftur týsdagin. Men talan er ikki um eina stuttleikaferð, tvørtur ímóti er hetta ein ferð, sum kann fáa stóran týdning fyri føroyskt vinnulív.
Føroyingar hava leingi arbeitt fyri at fáa eina fríhandilsavtalu við Japan. Arbeitt var við tí undir seinastu samgongu. Tað var eisini komið nakað ávegis, men eftir eitt stjórnarskifti í Japan, drógu japanarar í land, og serliga var tað fiskimálaráðharrin í Japan, sum setti føtur í spenni.
Men nú er Jenis av Rana farin til Tokyo í dag við tí endamáli at slóða fyri einum betri samstarvi við Japan. Hann sigur, at hann tók táttin upp aftur stutt eftir at hann kom í landsstýrið og síðani hevur verið arbeitt við málunum. Japanarar eru framvegis ikki hugaðir fyri eini fríhandilsavtalu og tí hevur endamálið verið at gera eina samstarvsavtalu. Og nú er tað komið so langt, at tað er klárt at skriva undir samstarvsavtaluna.
Í nú Jenis av Rana er farin til Japan, er endamálið nettupp at skriva undir eina samstarvsavtalu við stjórnina í Japan. Hann sigur, at hetta er ein avtala, sum fevnir um samstarv á øllum økjum, bæði vinnuliga, handilsliga og útbúgvingarliga.
Mett verður, at hetta er ein góð byrjan og at hetta kann kanska verða fyrsta stigið fram ímóti ein betri avtalu, og kanska enntá eini fríhandilsavtalu – tó at tað neyvan verður í bræði.