Mikudagin var móttøka á Havnarskrivstovuni í Havn fyri Jóhan Christiansen, sum eftir 30 ár í starvi hjá Tórshavnar havn fer frá fyri aldur. Jóhan Christiansen varð settur í starv 2. januar 1984 og hevur ein stóran part av tíðini verið álitismaður.
Áðrenn Jóhan Christiansen varð settur í starvið, sigldi hann í fleiri ár sum skipari á Fuglfirðingi, sum fiskaði hvitingsbróður og nebbasild. Pápi hansara, Eli Christiansen, var eisini í starvi sum umsjónarmaður hjá Tórshavnar Havn.
Á móttøkuni mikudagin segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, nøkur orð. Hann nevndi, at Jóhan var kendur fyri ikki at vera bangin fyri at taka fatt inni á Havnarskrivstovuni, men eisini um tað galt at taka spulislanguna uttanfyri. Nevnt varð, at Jóhan hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri trivnaðin á Havnarskrivstovuni.
Jóhan dámar væl at vera á floti og er sera dugnaligur at fáa fisk - hetta lærdi hann helst frá pápa sínum, sum var tiltikin góður miðamaður. Okkurt tíðarskeið, hann hevur arbeitt á havnarskrivstovuni, hevur Jóhan siglt uppi í Grønlandi.
Borgarstjórin takkaði kommununar vegna fyri góða og trúgva tænastu og handaði Jóhan gávu og býarmerki.