Farin til fiskiskap

Nýggja skipið á Vágsfirði, Roc Amador, er farið til fiskiskap

 

Skip

Dagfinn Olsen


Tá vágbingar seldu Sancy, keyptu teir ístaðin størri skip, nevniliga Roc Amador. Nógv umvælingararbeiði er gjørt við skipið og hevur hetta tikið drúgva tíð.

Men mánadagin kom skipið á Vág, har stór mannfjøld fagnaði skipinum. Serstakt og slóðbrótandi er nýggja ís skipanin umborð. Ein skipan, ið íslendingar standa aftanfyri. Vágbingar hava sett pening í og ætla at royna skipanina og vænta sær nógv av henni. M.a.. sigst betri góðska fáast burturúr og harvið eisini betri prísur.

Mikukvøldið stevndi Roc Amador út á fiskileið. Ein íslendingur er við at leggja manningini lag á, viðvíkjandi nýggju ís skipanini.