Haldórsvík: Tað kennist so hugaligt at koma inn í henda virkisbygningin á havnalagnum.
Tað er týsdagur og tað er kuldi í luftini. Men inni á virkinum er ikki líkt til at arbeiðsfólkið hevur trupulleikar við at halda hitanum.
Ljóðið frá maskinum, ið koyra er tað fyrsta, ið møtir okkum tá vit trína innar í virkið.
Virkisleiðarin, Háldan Haldansen úr Vestmanna tekur ímóti okkum og vísir okkum framleiðsluhøllina, har arbeiðsfólkið tá arbeiddi saltfisk.
Arbeiðsgongdin er væl skipað: Ráfiskurin kemur inn í sunnara endanum av virkinum, og hann sæst ikki aftur, fyrrenn hann er klárur til avskipingar til itálska marknaðin í norðara enda.
Henda morgunin vit vitjaðu virkið vóru tey eini 25 til arbeiðis. Kvinnur og menn, sum fáa sína dagligu úrtøku í hesum virkinum á havnalagnum í Haldórsvík.
Maskinurnar hvurvu
Tá fólk tosa um flakavirkið í Vík so koma helst myndirnar fram aftur í minninum, - hesar myndir, sum vóru í fjølmiðlunum fyri góðum 10 árum síðani.
Virkið var afturlatið, koyrt í tann sonevnda mølposan, og menn stríddust við at taka alt tað út úr virkinum, sum kundi brúkast á øðrum virkjum kring landið - maskinur, útgerð, ja sjálvt lampurnar.
Bygdarfólkinum dámdi sum sum vera man hetta sera illa, tí nú var vandi fyri at virksemi ikki fór at verða á virkinum aftur í bræði:
Vóru fyrst maskinurnar farnar úr virkinum og av bygdini, so mundi verða seinur dagur til tær fóru at koma aftur!
Men lukkutíð fyri víkafólk, so vóru tað aftur menn, sum dugdu at síggja vinnuligar møguleikar í hesi bygdini og á hesum virkinum.
Og á vári í 2001 kundi so hetta nýggja virkið við navninum FarIta taka ímóti fyrstu rávøruni.
Nú var aftur arbeiði á virkinum.
Betri umstøður
Tann sum í dag kemur til virkið sannar skjótt, at her eru hend nógv ting síðani ógvusligu myndirnar í sjónvarpinum á sinni.
Hetta er eisini neyðugt, tá ein skal selja sínar vørur uttanlanda og skal skapa og varðveita álitið millum keypara og seljara.
Innan er virkið og arbeiðsgongdin broytt munandi, og umstøðurnar hjá skrivstovufólki og arbeiðsfólki eisini broyttar til tað betra.
Ikki nokk við tað: Uttanfyri verður eisini arbeitt í løtuni við m.a. at klæða virkisbygningin, soleiðis at útsíðan eisini kann avspegla tað virksemið, sum fer fram innandura.
Umskipað arbeiðsgongd
Háldan Haldansen greiðir frá, at teir keyptu virkið fyri fimm árum síðani.
Teir fóru beinanvegin undir at renovera alt virkið innan og at umskipa virkið til ta arbeiðsgongdina, sum teir hildu vera ta bestu til framleiðsluna av saltfiski.
Frammanundan hevði saltfiskur eisini verið framleiddur her, men nú varð arbeiðið umskipað, soleiðis at rávøran kemur inn í øðrum endanum og tann lidna vøran út í tí norðara virkisbygninginum.
Skipanin hevur m.a. gjørt tað soleiðis, at tann váta framleiðslan er í tí upprunaliga virkisbygninginum, meðan tað turra arbeiðið, m.a. pakkingin fer fram í bygninginum norðanfyri.
Sum er framleiðir FarIta í størstan mun saltfisk, sum teir útflyta til Italia. Nakað verður eisini selt til Spania og onnur lond, men tann itálski marknaðurin er álitið hjá FarIta - hvørs navn eisini júst vísir á henda veruleikan.
- Vit hava samband við fleiri fastar keyparar í Italia. Talan er ikki um ein einstakan stóran, men um fleiri smærri keyparar, sum kunnu taka ímóti miðalstórum nøgdum, sigur Háldan.