Nú nýggi Smyril er á veg, vónar Hans Petur at tað fer at eydnast at leggja Suðuroyarleiðina í ein so mikið fasta legu, at hon mest sum kemur at virka sum ein landavegur, tú altíð veist er klárur at brúka.
- Sum er, eru tað ov nógvar broytingar á hesi farleiðini, og tí tykist hon nakað óstøðug. Eisini undrar tað meg stórliga, at Smyril siglir færri túrar um høgtíðirnar, enn vanligt. Tað átti at verið øvut, tí tørvurin á at ferðast er ongantíð størri enn júst um høgtíðirnar, sigur hans Petur og sipar í hesum viðfangi til nógva tosið um, at frástøðan til Suðuroynna fer at minka við einum betri og størri skipið
- At minka um frástøðuna snýr seg ikki bara um at koma skjótari fram, men eisini um, hvussu ofta tú hevur møguleikan at ferðast fyri ein rímiligan prís, sigur Hans Petur, sum heldur tað átti at verið upplagt at nýggi Smyril kemur at sigla tríggjar túrar um dagin. Um so verður, væntar hann eisini at hann fer at ferðast oftari til Suðuroy, tí við verandi ferðaætlan, er tað ov ofta, at tú ikki sleppur heimaftur sama dag.