Farmaflutningurin hjá Strandferðsluni leggjast um

Bjarni Djurholm sigur, at broytingar fara at henda, men enn er ov tíðliga at siga, hvat tær bera í sær. Hann leggur tó dent á, at ætlanin er ikki at skerja tænastuna til útjaðaran

Farmaflutningur

Tað er onki at ivast í, at Strandferðslan er lívæðrin hjá útjaðaranum í Føroyum. Ikki minst hevur farmaflutningurin hjá Strandferðsluni alstóran týdning fyri livikorini úti um landið. Serliga á smáplássunum er Strandferðslan munurin ímillum lív og deyð, tí hon tryggjar hvørjum smáplássi í landinum tær vørur, tey hava brúk fyri, bæði til landbúnað og aðra vinnu, og privat, og tað fyri ein sera lagaligan kostnað.
Tí er ikki at undrast á, at tað spekulatiónir hava tikið seg upp, nú tað frættist, at ætlanin er at leggja hesa tænastu um.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum váttar, at broytingar fara at henda.
Tò leggur hann afturat, at enn er málið komið so stutt, at tað er ómøguligt at siga, hvørjar broytingarnar verða.
Tí hevur málið heldur ikki verið til politiska viðgerð enn og tí verða heldur ongar broytingar her og nú.

Skal ikki skerjast
Men landsstýrismaðurin leggur eisini dent á, at ætlanin er ikki at skerja tænastuna, sum tey, ið búleikast úti um landið, fáa.
Tað hevur ljóðað, at ætlanin er at leggja farmaflutningin hjá Strandferðsluni undir Postverkið.
? Tað vita vit onki um enn, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at tað stendur í samgonguskjalinum, at tað skal kannast um tað ber til at samskipa farmaflutningin hjá Strandferðsluni og Postverkið.
? Ì tí sambandið hevur umsitingin í Vinnumálaráðnum, saman við Strandferðsluni og Postverkinum, kannað ymsar møguleikar.
?Men hetta er ikki so einfalt, sum tað ljóðar, tí Postverkið arbeiðir undir altjóða avtalum um, hvussu postflutningur skal fara fram.
?Skal farmaflutningurin hjá Strandferðsluni leggjast undir Postverkið, er tað tískil nakað, sum krevur drúgvar fyrireikingar.
Bjarni Djurholm sigur, at hinvegin eru aðrir møguleikar umhugsaðir í samráð við Strandferðsluni.

Skal fyriskipa
Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur ætlað, at Strandferðslan verður ein samferðslueind, har stovnurin er fyriskipari og ikki operatørur.
?Fyrsta stigið varð at bjóða Bygdaleiðir út. Men vit mugu eisini seta spurnartekin við, um tað yvirhøvur er uppgávan hjá Strandferðsluni at flyta farm kring landið.
Bjarni Djurholm sigur, at tað er hesin spurningurin, sum er umrøddur m.a. í samráð við Postverkið.
Hann ásannar, at Strandferðslan hevur alstóran týdning í sambandi við flutning.
Men ætlanin er at fáa størri gjøgnumskygni og greiðari linjur fyri at sleppa undan teimum afturvendandi umsóknunum um eykajáttan.
?Men alt hetta má gerast í eini tilgongd sum er væl løgd til rættis fyri at sleppa undan óhepnum avleiðingum, sum ikki eru tilætlaðar, sigur Bjarni Djurholm.
Kortini vísir hann á, at um ikki so nógv ár er koyrandi ímillum 85% av føroyingunum og at tað eisini er ein spurningur um ikki onkur annar kann røkja farmaflutningin fyri Strandferðsluni, og samstundis veita eina tænastu, sum er minst líka góð, sigur Bjarni Djurholm.