Farmarutan í leysum lofti

Farmarutan, sum Maersk Air hevur arbeitt við, verður helst av ongum fyribils, tí ov lítil áhugi er millum føroyska útflytarar at brúka hana



 

Flogferðsla

Tað verður helst ikki enn, at flogið verður regluliga við fiski úr Føroyum. Til tess er áhugin í Føroyum ov lítil, sigur Maersk Air.

Tað var einaferð seinasta heyst, at tað kom fram, at Maersk Air hevði ætlanir um at stovna eina farmarutu loftvegis millum Føroyar og Danmark.

Hetta er gamal tanki, sum ofta hevur verið á lofti fyrr. Onkur roynd hevur eisini verið gjørd at flyta út loftvegis, men ongar stórvegis nøgdir er tað vorðið til kortini.

Og smáar nøgdir tykist júst at vera orsøkin til, at tað helst heldur ikki hesaferð verður til nakað.

Keld Moesgaard Christensen, rutustjóri hjá Maersk Air, sigur, ætlanin fyribils er nakað langt úti í luftini, tí áhugin úr Føroyum er ov lítil

Tað er eingin trupulleiki at fylla eitt flogfar við farmi til Føroya. Men tað ber iki til at flúgva, um ikki verður fylt í báðar vegir. Og úr Føroyum fæst ikki nóg mikið av farmi til at fylla flogfarið. Tí verður hendan ætlanin ikki til nakað fyribils.


Óregluligt

Fiskaútflytarar, Sosialurin hevur tosað við, halda, at ein orsøk til, at teir ikki vilja binda seg til nakra flogfarmarutu er, at tilfeingi er ov óregluligt.

Tað er soleiðis, sigur Petur Mohr, virkisleiðari á Norðís á Eiði, sigur, at har á virkinum hava tey arbeitt miðvíst við ætlanum um at flyta út við flogfari. Men tað vóru ov nóv ivamál til, at til bar at binda seg til nakað.

Hann sigur, at eingin hevur í grundini ráð at arbeiða upp á sikt. Og tá tosað verður um flogfrakt, verður beinanveg spurt, hvussu nógv tú kanst lata hvørja ferð. Og tá skal ein helst binda seg til eina fasta nøgd í longri tíð.

Men soleiðis ber illa til at arbeiða við fiski her hjá okkum. Tað eru í stóran mun veður og streymur, sum avgera, nær fiskur er at fáa til virkini. Verður hinvegin arbeitt til at frysta, fer tað sjálvandi av landinum við skipi, tí tað er nógv bíligari flutningur.

Annars hevur tað altíð verið, og fer helst eisini at verða so, at virkini loypa í millum ymsu framleiðslurnar, alt eftir hvat loysir seg best í løtuni.

Og tá so er, verður framleiðslan eisini har eftir og ov óstøðug til eina fasta flogrutu.


Ov bíligur fiskur

Leivur Michelsen á Føroya Fiskavirking heldur, at tað loysir seg ikki at flyta fisk loftvegis úr Føroyum, tí meginparturin av tí, vit vanliga flyta út, er ov bílig vøra.

Upsan fæst stutt sagt ov lítið fyri, til at tað kann løna seg at flyta hann við flogfari. Nøgdirnar kundu annars fylt eitt flogfar.

Og so er tað hýsan. Hana hava tey á Fiskavirking roynt at flogið til Bretlands eina tíð herfyri. Men har vóru rættiliga nógvir tvørleikar á vegnum, so tað datt bara burtur aftur. Heldur ikki her var talan um tær stóru nøgdirnar. Vanliga var tað við Atlantsflogi til Glasgow, flogið varð, og tá var tað bara við tí, sum annars slapp í lastarúmið á ferðafólkaflogfarinum.

Og hóast hýsan er væl dýrari fiskur enn upsi, er hon eisini so mikið dýr at keypa inn til virkið, at ov lítið verður eftir til, at tað kann løna seg, um hon skal flytast loftvegis.

Vit mangla nøkur av teimum heilt dýru fiskasløgunum, sum bara verða seld í smáum nøgdum, um vit skulu fáa eina flogfarmarutu at bera seg, heldur Leivur Michelsen. Onkran tunfisk ella annað eksotiskt, øgiliga dýrt fiskaslag.

Kanska kundi talan verið um hummara og havtaskusporl og tílikt, sigur hann. Men vísir samstundis á, at sjóvegis flutningurin er so mikið álítandi, at tað heldur verður valt at senda tann vegin, tá tað bara verður avskipað einaferð um vikuna kortini.


Ov stuttur vøllur

Og Kaj Leo Johannesen, stjóri á sølufelagnum Farex, er samdur við Leivi Michelsen. Men hann leggur aftrat, at vit eru ikki nóg væl útgjørd við flogvølli til at fara undir regluligan flogfarmaflutning.

Hann er samdur við teimum, sum halda, at vanligu fiskasløgini, vit flyta út, eru ov bílig til at ferðast so fínt sum við flogfari. Hann vendir aftur til hummaran og havtaskuna, sum kanska kunnu náa slíkum prísum, at tað ber seg at flyta smáar nøgdir út.

Men annars heldur hann ikki, at vit eru útgjørd við flogvølli, sum klárar at røkja eina regluliga flogfarmarutu við fiski úr Føroyum.

Flogvøllurin, vit hava, er ov stuttur. Tí noyðast vit at brúka smá flogfør, Og tey taka bara so mikið smáar nøgdir, at tað ber seg ikki.

So fyribils sær altso út til, halda bæði flogfelagið og fiskaútflytararnir, at ein flogfarmaruta millum Føroyar og Danmark fer at bíða.