Rumenskar tíðindastovur siga í morgun frá einum farmaskipi, sum hevur verið fyri einari spreinging í rumenskum sjógvi.
Talan er um eitt farmaskip, sum er skrásett í Togo, og hendingin fór fram út fyri havnarbýnum, Sulina har eysturi í Rumenia.
Sambært rumenskum tíðindamiðlum hava tríggir av manningini fingið skaða. Tilsamans 12 fólk eru flutt av skipinum.
Rumenski býurin, Sulina, liggur tætt uppat markinum til Ukraina og út móti Svartahavinum.
Myndugleikarnir kanna nú orsøkina til spreingingina, sum rakti skipið, men enn er eingin endalig niðurstøða.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at minur liggja í fleiri økjum í hesum partinum av Svartahavinum.