Farmaskip loysir Norrønu av

Meðan Norrøna liggur í Keypmannahavn sum hotellskip í desember, fer farmaskipið Ark Forwarder at sigla sum avloysaraskip. Norrøna skal liggja í Keypmannahavn frá 6. til 18. desember, og tað merkir, at hetta tíðarskeiðið verður eingin sjóvegis ferðafólkaflutningur millum Føroyar og umheimin.

Smyril Line skrivar á heimasíðuni, at felagið hevur leigað farmaskipið Ark Fowaarder at sigla sum avloysaraskip, meðan Norrøna er í Keypmannahavn. Skipið fer bara at flyta farm millum Danmark, Føroyar og Ísland, skrivar reiðaríið.

Ark Forwarder, sum er bygt í 1998, er eitt sokallað ro-ro farmaskip. Skipið er 182 metrar langt og gongur 22 míl.