Sigling
Nýggja farmaskipið hjá gøtumonnum, Nordland, er nú komið til landið.
Tað er eitt dóttirfelag hjá P/F Hera Thomsen í Gøtu, sum kallast Norlink, sum eigur skipið.
Í dag, týsdagin millum klokkan 13 og 15, verður móttøka í Søldarfirði, har høvið verður hjá fólki at síggja skipið og nýggja goymslubygningin hjá P/F Hera Thomsen, sum stendur á havnalagnum í Søldarfirði.
Longu klokkan 20 í kvøld fer Nordland í sigling millum Føroyar og Danmark.
Sigld verður av Søldarfirði um Vág og haðani til Hirtshals, har skipið kemur tíðliga fríggjamorgunin.
Úr Hirtshals stevnir skipið heimaftur til Føroya.
Í sambandi við, at felagið nú fer undir regluliga sigling, hevur Norlink latið upp skrivstovu í Vágsbotni í Havn.
Plattar og bingjur
Farmaskipið, Nordland, er bygt í Noregi í 1976 og er longt í 1982.
Skipið er 87 metrar langt og 14,5 metrar breitt. Tað lastar stívliga 1700 tons.
Nordland hevur síðuportur og tekur einar 2000 plattar og 32 bingjur.
Høvuðsmaskinan er ein B&W Alpha 3432 hk., og ferðin liggur um stívliga 14 míl.