Brøndby hevði sína einastu venjing á Føroya-ferðini á ovara vølli í Gundadali í gjár. Tom Køhlert valdi ikki at møða sínar leikarar, og gekk tað heldur stillisliga fyri seg. Ein hin mest hendingaríka løtan var, tá sviin Alexander Farnerud noyddist at taka seg aftur úr venjingini, orsaka av skaða í lærinum. Tá blaðið fór til prentingar var framvegis ikki greitt, um hann verður tøkur til dystin í kvøld.
Vístu máltev
Tað, sum serliga eyðkendi venjingina í gjár, var, at danir vístu gott máltev. Hetta vantaði av álvara í dystinum móti B36 fyri góðum tveimum vikum síðan. Tað hevur stóran týdning fyri føroyska liðið, at Brøndby ikki fær mál. Men eftir venjingini í gjár at døma kann Meinhardt Joensen fáa tað sera trupult í kvøld.