Tveir av grindahvalunum, sum Náttúrugripasavnið merkti í grindini í Vági 2. oktober í fjør, senda framvegis.
- Tað er spennandi fyri okkum, at teir nú eru farnir so langt suður, sigur lívfrøðingurin Bjarni Mikkelsen.
Hvalirnir eru í dag 400 fjórðingar úr Asorunum. 1200 fjórðingar í beinari linju úr Føroyum. Hetta er vestan fyri Miðatlantsryggin.
Bjarni Mikkelsen sigur, at teir ferðast millum 20 og 40 fjórðingar um dagin.
Ein triði hvalur sendi leingi, men eftir at hann var farin upp við Noregsstrondini, frættist einki aftur frá honum. Tað var spell, tí nógvur hvalur er har norðuri, skriva norsk bløð.
Hesir báðir hvalirnir hava nú sent í 98 dagar. Teir, sum merktir vórðu næstseinast, sendu í 133 dagar. Bjarni Mikkelsen er spentur, um hesir fara at sláa metið, og hvat teir finna uppá í næstum.