Farodane ? K.T.-loysnir við gjaldskorti

 Tema: Handil á Alnetinum:

 

Fyri einum góðum ári síðan, fór Farodane sum fyrsta føroyska fyritøkan at menna eina beinleiðis sølu um Alnetið. Og fyrst í ár var klárt, og skipanin var tikin í nýtslu. Orsøkin til at so rúm tíð gekk, til farast kundi í gongd, er at teir vildu, og máttu gera tað ordiligt, sum teir sjálvir siga. Eisini mátti gókenning frá millum annað PBS til, fyri at gjaldkortið skuldi kunna nýtast.

Farodane er fyrsta fyritøkan í Føroyum, ið kann bjóða e-post handil við gjaldskortið, og teir siga at hetta sera forvitnisliga og framkomna tiltakið er populert millum bæði business kundar og vanligar brúkarar.

  K.T.-Hornið hevur fingið eitt prát við Rolf Herup Olsen frá Farodane, og spurt hann um ymiskt við hesi nýggu skipan.

  Rolf sigur at verkætlanin kann býtast í tvinnar tættir. Fyri tað fyrsta er talan um eina Alnet deild, ið kann bjóða e-post loysnir út til handils viðskiftafólk. Og so er tað slutbrúkarin, ið skal kunna keypa frá Farodene gjøgnum Alnetið.

  Sum nevnt, mátti góðkenning fáast frá PBS (pengeinstitutternes betalingsservice), ið hevur eftirlit við øllum gjaldskortskipanum í danska kongaríkinum. Hendan góðkenning er fingin til vega, so tryggleikin er góður við skipanini. Her skal leggjast afturat, at fyri at fáa góðkenning frá PBS, máttu teir fyrst fáa eina góðkenda skipan, ið kallast SSL, ið stendur fyri Secure Socket Layer.

  Uppá spurningin, um menning er í søluni, svaraði Rolf Herup Olsen avgjørdur, at tað er hon. Hann legði afturat at talan er um tvey sløg av sølu gjøgnum Alnetið. Hesi nevnur hann business to business og business to customer. Rolf ímyndar sær, at sølan verður nógv økt í báðum førum komadi árini (sí kronikkina aðrastaðni í blaðnum í dag).

  Rolf ímyndar sær somuleiðis, at alt samskiftið í framtíðini fer fram á Alnetinum, tá meira standardiseraði viðurskifti vera. Eitt nú vera rokningar, ordraváttanir, gjaldingar o.s.v avgreiddar yvir Alnetið. Talan er um eina nýmótans útgávu av EDI, ið størri fyritøkur hava nýtt í longir tíð. Nevnast kann, at ISO-9000 hevur góðkent og viðmælt EDI sum fullgóða dokumentatión, so onki skuldi verið til hindurs fyri at ímyndirnar hjá Rolfi eru rættar.


[email protected]