Nýggi møblahandilin er í tveimum hæddum, og tilsamans er talan um góðar 500 fermetrar við øllum møguligum bæði til privat og vinnulív.
Leingi leitað eftir hølum
Tað er Heini Weihe, ið skal reka Farodane Casa. Hann átti sjálvur fyritøkuna Ergo Design, sum 1. februar í ár legði saman við Farodane. Ergo Design legði dent á at selja úrvalsinnbúgv og sonevndar designaramøblar, og hesir verða nú at fáa í Farodane Casa.
Heini Weihe sigur, at líka síðani samanleggingina fyrr í ár hava teir leitað eftir hóskandi hølum til møbladeildina hjá Farodane, og nú verður so flutt.
- Vit leggja okkum eftir góðskuinnbúgv, og vit hava nakað bæði til privata heimið og til vinnulívsfyritøkuna, sigur hann.
Heini greiðir frá, at í veghæddini verða framsýning av innbúgvi til privat, meðan tað í erva fyrst og fremst er talan um skrivstovuinnbúgv. Farodane Casa umboðar eisini kenda merkið Stokke, ið ger dygdarinnbúgv til smábørn, so sum høgar stólar, pusliborð og barnasengur, ið eru sera vælumtóktar.
Fýra fólk fara at starvast í nýggja handlinum, og harafturat verða fýra montørar knýttir at virkseminum hjá Farodane Casa. Móttøka verður í nýggja handlinum í morgin frá klokkan trý til fimm.