Faroe Agency við takkarskrivi um Skálaberg-málið

- Tað er ongantíð skilagott at brenna brýr. Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum, og ikki minst samstarvið millum Føroyar og Rusland hevur givið báðum londunum nógv í sín lut, sigur Árni Dam og mælir Føroya fólki til at síggja málið um Skálaberg, sum nakað, ið kundi henda, um ringast vildi til

Samstarv

Vilmund Jacobsen

[email protected]


Árni Dam, stjóri á Faroe Agency og russiskur aðalkonsul í Føroyum, er sera fegin um, at málið um Skálaberg fekk eina eftir umstøðunum virðiliga loysn.


Hann hevur nú vegna Faroe Agency sent takkarskriv til ymisku partarnar í málinum, har hann fyrsta lagi ynskir manningini á Skálabergi hjartaliga væl heimkomnari.


- Vit vilja eisini takka russisku ambasaduni og russiska konsulátinum í Keypmannahavn fyri skjóta avgreiðslu av visa, bæði til fólk hjá JFK-Troli, advokati, uttanríkismálaráðnum, fiskimálaráðnum og fiskiveiðieftirlitinum.


Í aðrar mátar takkar Faroe Agency í skrivinum øllum, sum fóru yvir til Murmansk at rætta eina hond í hesum máli.


Málið nívdi

Alla tíðina, meðan Skálaberg varð afturhildin í Murmansk og tær meiri enn fýra vikurnar, málið dróg út, royndi Árni Dam at halda vónini uppi um, at londini bæði máttu finna eina virðiliga loysn.


Málið nívdi mannin, sum hevur havt so nógv samstarv við russar gjøgnum so mong ár, sera nógv.


- Tankarnir mólu rundan um alt tað góða samstarv, sum hevur verið, heilt síðan londini bæði undirskrivaðu sína fyrstu fiskiveiðiavtalu á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin seinast í sjeytiárunum – og fram til dagin í dag, ásannar hann.

Føroyar vóru fyrsta land um okkara leiðir, sum undirskrivaðu eina slíka fiskiveiðiavtalu við russar, og Skálaberg er fyrsti trolarin, sum russar hava tikið.


Árni dylur ikki fyri, at hetta mál tóktist drúgt og tógvið at loysa, og sjálvur ásannar hann eisini, at tað nógvar løtur sá svart út fyri virðiligari loysn millum londini.


- Russar løgdu jú hald á skipið, men við góðum stuðli frá mongum síðum, bæði her heima, í Danmark, Ruslandi og fyri so vítt eisini úti í heimi gjørdist endaliga úrslitið eftir umstøðunum tað, sum eg alla tíðina vónaði.


Árni Dam dylur heldur ikki fyri, at hann sum russiskur aðalkonsul í Føroyum er ómetaliga harmur um, at málið um Skálaberg skuldi gerast so drúgt – og at tað skuldi elva mongum so nógvan trega.


Hyggja frameftir

Hann heldur, at báðir partar nú eiga at leggja hetta mál aftur um seg og við góðum treysti fara undir framhald av tí góða samstarvi, sum verið hevur millum londini øll hesi mongu ár.

- Tað er ongantíð skilagott at brenna brýr. Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum, og ikki minst hetta samstarv hevur givið báðum londunum nógv í sín lut, sigur hann og mælir Føroya fólki til at síggja hetta mál, sum nakað, ið kundi henda, um ringast vildi til.


Árni Dam heldur, at vit sum føroyingar eiga at hava øll tey mongu ár í huga, tá eingin kuril hevur verið í samstarvinum millum londini bæði.


- Samstarvið við russar hevur havt stóran týdning fyri báðar partar í gjøgnum mong ár, og einki er at ivast í, at soleiðis fer tað eisini at verða í framtíðini, um vit duga at leggja málið um Skálaberg aftur um okkum, leggur hann aftrat.