Faroe Boys aftur til Íslands

í morgin er stórt gallakvøld í Reykjavík, ið stendur í føroyskum ljósi. M.a. luttekur orkestrið Faroe Boys og teir hava ikki vitjað í Íslandi, síðani 1966

Leygarkvøldið verður stórt føroyskt gallakvøld á Broadway í Reykjavík. Birgir Enni stendur fyri matinum, har alt gott úr havinum er á skránni.

Men forvitnisligt er, ateisini stendur á lýsingarlepanum, at Faroe Boys leika fyri dansi.

Faroe Boys tóku í sekstiárunum íslendingar á bóli. Umframt at vera millum kendastu bólkar í Føroyum, so vitjaðu teir tvær ferðir í Íslandi, 1964 og 1966, og fingu heitð ?føroysku beatlarnir?, ið sjálvsagt vísir til The Beatles.


Ikki gerandiskostur

Robert McBirnie vitjaði í Íslandi í 1984, tá hann gav út plátu. Men annars er ikki ofta, at Ísland og Føroyar vitja hvør annan í tónleikasamanhangi. Ikki mangir føroyskir bólkar hava vitja í Íslandi, tó at nakrir føroyingar nú fáa sær tónleikaútbúgving har og James Olsen í 90?unumgjørdist rættiliga kendur har. Eisini Twilight hava vitjað Ísland í samband við gallakvøld. Her hava vit seinast havt vitjan av bólkinum Land og Synir. Men gerandiskostur eru tónleikavitjanir millum grannatjóðirnar ikki.


Ikki sama manning

Tað er tó ikki heilt at skjóta beint at nevna bólkin, sum nú vitjar á Broadway, fyri Faroe Boys, tí manningin er ikki júst hin sama, sum tá Faroe Boys leikti á Tórs Café í sekstiárunum. Men tveir eru við, Robert McBirnie og Jógvan Dahl. Annars eru tónleikarar úr t.d. Robert og Vinmenn við. Fyrireikararnir halda tó vera áhugavert at vita, um fólk, sum upplivdi bólkin í sekstiárunum, fara at vitja aftur leygarkvøldið 8. januar.