Faroe Petroleum borar nýggjan brunn í Norðsjónum

Faroe Petroleum boðar í morgun frá, at nú verður borað á Butch leitimiðinum í norska partinum av Norðsjónum. Faroe Petroleum eigur 15% av loyvinum.

Butch leitimiðið, sum fevnir um teigarnir 8 og 10, liggur í norska partinum av Norðsjónum, umleið 7 km eystan fyri Ula framleiðslueindina, 20 km norðan fyri Gyda framleiðslueindina og 10 km í ein landnyðring úr Tambar framleiðslueindini. Borað verður niður í somu jarðløgini, har oljan frá Ula, Gyda og Tambar verður útvunnin.

Leitiloyvini PL405 og 405BS, har Butch leitimiðið liggur, varð latið felagnum í APA loyvisumfarinum í 2006.

Centrica er fyristøðufelag, og er tað Mærsk Guardian, ið borar. Væntandi verður liðugt at bora í 4. ársfjórðingi 2011. Í loyvinum eru Centrica við 40%, Suncor ASA við 30% og Spring Energy Norway AS við 15%. Í mars mánað 2009 seldi Faroe Petroleum 15% av loyvinum til Spring Energy, sum afturfyri rindar part av borikostnaðinum hjá Faroe Petroleum.

Butch leitibrunnurin er tann fyrsti av trimum leitibrunnum, sum verða boraðir á norskum øki teir komandi mánaðirnar. Í løtuni verður eisini Fulla leitibrunnurin boraður vestan fyri Hetland. Hetta er fyrsti brunnur, sum Faroe Petroleum er fyristøðufelag fyri. Úrslitið av hesi boringini verður væntandi kunngjørt seinni í hesum mánaðinum.