OLJUFELØG
Tá Faroe Petroleum herfyri almannakunngjørdi árs-rokn-skapin fyri 2008, vísti botnlinjan, at felagið hevði 20 milliónir pund í halli í fjør, og tað var eitt væl verri úrslit enn í 2007. Í vanligum partafelagshøpi hevði hetta verið roknað sum eitt vána-ligt úrslit, men sambært stjór-anum í Faroe Petrol-eum, Graham Stewart, kann roknskaparúrslitið hjá ein-um oljuleitingarfelagi ikki rættiliga samanberast við tað sama hjá vanligum vinnu-feløgum.
– Í oljuvinnuni er tað van-ligt, at feløgini avskriva tær upphæddirnar, sum eru brúktar til leiting. Hjá okk-um er talan um sjey brunnar, sum vit hava borað, og har-umframt hava vit bygt nakrar leiðir út. So talið á botnlinjuni sigur meiri um virksemið hjá felagnum enn sjálvt úrslitið, sigur stjór-in.
Annars er fíggjarstøðan hjá Faroe Petroleum rími-liga góð. Um ársskiftið hevði felagið 17 milliónir pund ella einar 150 milliónir krónur á bók, og harafturat hevur felagið atgongd til at taka upp til 75 milliónir pund ella einar 670 milliónir krónur í bankaláni, og enn hevur felagið bara brúkt ein lítlan part av hesum láns-møguleikanum.
– So fíggjarliga eru vit væl fyri, sigur Graham Ste-wart.
Eisini glottar
Sum nevnt gevur botnlinjan á ársroknskapinum hjá ein-um oljuleitingarfelagi eina mynd av, hvussu virkið fe-lagið er, og Faroe Petrol-eum hevur eisini fleiri verk-ætlanir fyri framman. Teir næstu átjan mánaðirnar skal felagið bora minst sjey brunnar. Á føroyskum øki er talan um Ann Mari-brunn-in, á hetlendska part-inum av Atlantsmótinum eru fýra brunnan, og at enda skal felagið eisini bora tveir brunnar í norskum øki í hes-um tíðarskeiðinum. Tí--líkt leitivirksemi er kostn-aðarmikið, men Graham Stewart sigur, at Faroe Petroleum er væl fyri fíggj-ar-liga til at lyfta upp-gáv-urnar og meiri enn tað.
-– Eru tit nøgd við úrslitið av leitingini í fjør?
– Ein, sum ikki hevur funnið nakran stóran brunn, kann illa siga, at hann er nøgdur, men vit kunnu so fegnast um, at kanningarnar á Breagh-leiðini har suðuri í Norðsjónum góvu eitt gott úrslit. Vit eiga 10 prosent av tí brunninum, og sam-bært óheftum verkfrøð-ing-um, sum hava kannað úr--slitið, er hetta ein stór gass-leið, og tað eru vit sjálvandi fegin um, sigur Graham Stewart.
Harafturímóti kom minni burtur úr leitingum, sum Faroe Petroleum var við til aðrastaðni á bretskum øki og á norskum øki í fjør. Í øllum førum var kann-ingar-úrslitið so mikið soltið, at tað kann ikki løna seg fíggjarliga at gera meiri har. Men kortini kann felagið fáa eitt sindur burturúr. Tað er ofta so, at boringar, sum tykjast miseydnaðar, kunnu gera aðrar partar av tí sama loyvisøkinum meiri áhuga-verdar enn hildið, og júst hetta hevur víst seg at vera galdandi fyri eina royndar-boring hjá Faroe Petroleum á norskum øki.
------
Fakta um Faroe Petroleum
• stovnsett 1998, Føroya Kolvetni p/f, Føroya fyrsta oljufelag
• handað fyrstu 2 leitiloyvi (loyvi 002 og005)í 2000, í Føroyskum sjógvi saman við Eni
• børsnoterað í London í 2003, at fáa atgongd til váðafúsan kapital
• læt upp skrivstovu í Norra í 2006 og síðani tá bygt upp portfølju í Norra uppá 21 loyvi (eitt nýtt Norra var tillutað Faroe Petroleum síðsta fríggjadag, í Barentshavinum
• fyrsta kolvetnisframleiðslan byrjaði í 2007
• 3 kolvetnisfelt framleiðandi í dag, og eitt fjórða byrjar í juli 2009
• framleiðslan liggur um 1.000 tunnur um dagin og veksur upp til ca 2.000 tunnur um dagin í 2009
• loyvisportføljan inniber yvir 50 loyvir
• kontantir pengar á bók (31/12-2008) ca kr. 140 milliónir
• bankalánifasilitetir felagið hevur atgongd til, men higartil ikki brúkt, liggur um kr 200 milliónir - tvs skylda onki
• brunnar felagið fer at luttaka í í 2009/10 minst 7, inklusivt minst 1 í Føroyum (Anne Marie), 4 vestan fyri Hetland, 2 í Norra og Stóra Bretlandi
• investerað yvir netto kr. 200 milliónir í at leita eftir kolvetni í Føroyum, við at luttaka í trimum føroyskum brúnnum higartil
• 27 starvsfólk, inkl. 17 í Noregi, har tað størsta talið av tekniskum starvsfôlkum felagsins arbeiða - meginparturin av starvsfólkum í Norra arbeiddi hjá Paladin Resources, sum var selt til Talisman í 2005 fyri umleið kr. 15 milliardir (Paladin er ein fyrimynd hjá Faroe Petroleum)
• 3 skrivstovur: Tórshavn, Aberdeen og Stavanger
• œtlanir framyvir innibera at vaksa støðugt til at blíva eitt av teimum størstu og bestu oljufeløgum virkandi í Norsjónum