Faroe Petroleum boðar frá, at felagið, hevur fingið tillutað fýra nýggj leitiloyvi á økinum vestan fyri Hetland í 26. útbjóðingarumfarinum í Bretlandi. Felagið er fyristøðufelag á øllum fýra loyvunum.
Felagið hevur, saman við øðrum oljufeløgum, fingið tillutað fylgjandi loyvir: Grouse ? Faroe Petroleum 37.5% (teigar 217/11, 12, 13, 16, 17, 18, 19, 20, 218/11, 12, 16, 17 & 22)
Leitiloyvið liggur á Corona Rygginum vestan fyri Hetland og sunnan fyri Lagavulin prospektið, har borað verður í løtuni (Faroe Petroleum hevur 10% av hesum loyvi). Verkætlanin fevnir um nýggjan 2D seismikk, keyp og viðgerð av verandi 2D seismikki, og aðrar tekniskar kanningar, áðrenn støða verður tikin um at bora á loyvinum.
Balblair ? Faroe Petroleum 50% (teigar 223/26, 27, 219/2 & 3) Ardberg ? Faroe Petroleum 50% (teigar 222/28 & 29) Hesi leitiloyvini á Atlantsmótinum liggja ímillum Talisker leitiloyvið, sum Faroe Petroleum eigur part av, og bretska og norska sjómarkið. Verkætlanin fevnir um nýggjan 2D seismikk, keyp og viðgerð av verandi 2D seismikki, og aðrar tekniskar kanningar, áðrenn støða verður tikin um at bora á loyvinum.
Aileen ? Faroe Petroleum 50% (teigar 205/13b, 14, 18 & 19)
Leitiloyvið liggur eystan fyri Tornado fundið, sum felagið eisini eigur part av, og vestan fyri ta risastóru Clair oljuleiðina. Verkætlanin fevnir um keyp og viðgerð av 2D seismikki, viðgerð av 3D seismikki og aðrar tekniskar kanningar, áðrenn støða verður tikin um at bora á loyvinum.
- Faroe Petroleum er sera fegið um nýggju loyvini, sum øll liggja á einum av okkara kjarnuøkjum. Felagið hevur fingið stóran prosentpart av loyvunum, eins og at felagið er fyristøðufelag á øllum fýra loyvunum. Hetta sigur nógv um førleikan, sum felagið hevur bygt upp á Atlantsmótinum, har felagið í fjør fann kolvetni á Tornado loyvinum, sigur Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum.