Faroe Petroleum boðar í morgun frá, at kolvetni eru funnin í Novusleitibrunninum, sum felagið eigur 30% av og er fyristøðufelag fyri.
Kolvetni vóru funnin í Novus brunninum. Fundið er ein 12 metra tjúkk gassflá og ein 12,5 metra tjúkk oljuflá av góðari góðsku, og er tað meiri enn mett var at finna í Garn jarðfláini. Borað var ígjøgnum aðrar fláir, har kolvetni ikki vórðu staðfest. Fyribilsmetingar um nøgdina er mett til einar 6-15 mió tunnur av olju. (umroknað til olju).
Sum einsamalt fund er Novus tó neyvan rakstrarverdugt. Men møguleiki er fyri, at tað saman við øðrum eyðmerktum leitimiðum, sum eru á loyvinum, kann gerast rasktrarverdugt. Ùrslitið av brunninum staðfestir, at modellið, ið varð nýtt til boringina er haldgott, og at góð leitimið, sum eru staðfest við at nýta 3D seismikk, eru á loyvinum. Úrslitið verður nú nýtt til at betra um leitimøguleikarnar á loyvinum.
Faroe Petroleum, sum er fyristøðufelag, byrjaði at bora tann 11. november. West Navigator boriskipið varð nýtt til boringina, og borað varð niður á 2.957 metrar. Brunnurin verður nú typtur og fráfarin.
Felagið seldi ein part av loyvinum fyri sera góðar treytir í august mánaða 2013, og Faroe eigur 30% ognarpart av loyvinum. Hini oljufeløgini, sum luttóku í boringini, vóru Centrica Resources, Spike Exploration og Concedo.
Novus leitimiðið liggur einar 9 km í ein útsynning frá Heidrun framleiðslueindini á Haltenbankanum, har Statoil er fyristøðufelag. Faroe er sera virkið á Haltenbankanum og hevur verið við í Maria, Fogelberg og Rodriquez fundunum.
Graham Stewart, forstjóri, sigur, at tað gevur áræði at kolvetni er funnið í Novus leitimiðinum, sum staðfestir eina virknað kolvetnisskipan, og sum eisini minkar um váðan í teimum eyðmerktu leitimiðinnum á loyvinum. Sum einsamalt fund, við tí stóru gassfláini, er Novus neyvan rakstrarverdugt, men møguleikar er fyri, at tað kann blíva tað saman við einum framtíðar fundi á loyvinum.
Aðrastaðni í Norra verður hildið fram við at bora eftir tað týðandi Snilehorn fundið, sum boðað var frá í november mánaða 2013. Butch East brunninum (Faroe 15%) verður nú boraður – hann liggur tætt við Ula, Tambar og Gyda framleiðslueindirnar. Eisini er farið í gongd við at bora Pil leitibrunnin, ið liggur tætt við Njord framleiðslueindirnar. Síðani eru eisini Solberg (Faroe 20%) og Butch South West (Faroe 15%) boringarnar í Norra fyri framman.