Orsøkin er, at kursurin á partabrøvunum í fyritøkuni seinasta mánaðin er nógv hækkaður. Tølini vísa, at 17. januar í ár var kursurin niðri á 80, meðan hann fyrrapartin í dag var uppi á 115. Tað er ein vøkstur á 43,75 prosent.
Hetta merkir, at tey, sum hálvan januar keyptu fyri t.d. 50.000 krónur í partabrøvum frá Faroe Petroleum, í dag kunnu selja partabrøvini fyri 71.250 krónur.
Bert hetta seinasta vikuskiftið hevur virðisøkingin verið stór. Tá virðisbrævamarknaðurin stongdi fríggjadagin var kursurin 107, men mánadagin vórðu partabrøvini hjá Faroe Petroleum handlað til kurs 115.
"Henda seinasta mánaðin hevur Faroe Petroleum fingið tillutað tvey leitiøki á føroyskum øki og keypt seg inn í tvey øki í bretska partinum av Norðsjónum. Hetta hevur havt positiva ávirkan á partabrævakursin. Hyggja vit at vístølunum fyri olju- og gassektorurin, so hevur hann staðið seg væl seinasta árið, men Faroe Petroleum hevur staðið seg betri enn marknaðurin sum heild. Tað bendir á, at íleggjarar meta, at fyritøkan hevur eitt potentiali, sum teir eisini vilja gjalda fyri?, sigur Finn Danberg, fíggjarleiðari í Føroya Sparikassa.
Faroe Petroleum er skrásett á AIM-virðisbrævamarknaðinum í London, og komandi mánadag, tann 28. februar, verður ársroknskapurin hjá oljufelagnum almannakunngjørdur.
(www.sparikassin.fo)