Í takt við at ein komandi føroysk oljuvinna tykist alt meira sannlík, er kursurin á partabrøvunum hjá hinum føroyska oljufelagnum, Faroe Petroleum eisini farin at hækka.
Her hevur kursfallið annars verið hampuliga stórt síðani í summar. Einamest, tí kursirnir í summar í ovurstóran mun vóru ávirkaðir av ógvusliga trýstinum, sum kom á oljuprísirnar eftir stóru tropisku ódnirnar.
Við at fáa part í leitiloyvunum við Føroyar, hevur Faroe Petroleum tó gjørt eitt fitt lop uppeftir. At týðandi fund um sama mundið eru gjørd heilt nær føroyska markinum ger sjálvandi eisini sítt til, at vónirnar um eitt týðandi fund í Føroyum eru enn størri.