Faroe Petroleum hevur keypt 14 % av norskum leitiloyvi

Tíðindaskriv

Faroe Petroleum boðar frá, at felagið hevur keypt 14 % av norska leitiloyvinum

PL289 frá Gaz de France Norge. Á loyvinum er stóra prospektið Marsvin, sum ætlandi

skal borast í apríl mánaða í ár.

 

Loyvið PL289 liggur á markinum millum Noregi og Danmark, og nær við loyvi PL147.

Trym gasskeldan er á hesum loyvi, sum væntandi verður útbygd til framleiðslu.

Faroe Petroleum keypti fyri stuttum 10% av hesum loyvi frá Shell.

 

Umframt Marsvin, sum er eitt oljuprospekt, eru tvey onnur prospektir á loyvinum, og

liggja øll hesi nær við Trym.

 

Hini oljufeløgini, sum eiga PL289 eru Dong Energy (40%), Talisman (30%) og Gaz de

France 16%. Dong Energy er fyristøðufelag.

 

Marsvin prospektið verður borað á norskum øki, og er tað boripallurin Mærsk

Guardian, sum skal bora.

 

Dy?pið er bert 65 metrar, og tað fer at taka umleið 60 dagar at bora niður á ta

væntaðu oljukelduna.

 

Keypið av PL289 er í tráð við strategi felagsins, sum er at byggja eina portifølju av

virðisskapandi loyvum á norskum øki, og at luttaka í boringum av munagóðum

brunnum.

 

Faroe Petroleum hevur nú 11 loyvir í Noregi.

 

Avtalan er treytað av góðkenning frá avvarandi myndugleikum, eins og

oljufeløgunum, sum eiga í loyvinum.