Faroe Petroleum rimmar hál í Norðsjónum

Hevur fingið tillutað 5 nýggj leitiloyvi og hevur nú 16 leitiloyvi á norska landgrunninum. ? Hetta passar sum fótur í hosu í okkara vakstrarstrategi sigur Nils Sørensen Føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni ella rættari tess dótturfelag í Noregi, Faroe Petroleum, Norge hevur gjørt eitt rimmar hál í norska partinum av Norðsjónum. Felagið hevur í dag fingið tillutað ikki færri enn 5 nýggj leitiloyvi á norska landgrunninum. Við hesum hevur felagið nú tilsamans 11 leitiloyvi í norskum øki. Av teimum fimm nýggju loyvunum hevur felagið bundið seg til at bora ein brunn. Í undanfarnum loyvum skal felagið bora tveir brunnar. Nils Sørensen, stjóri er sera fegin um úrslitið av útbjóðingini: -Hetta passar sum fótur í hosu í okkara vakstrarstrategi, har vit m.a. meta júst norskt øki sum sera áhugavert.

Faroe Petroleum, Norge lat herfyri upp skrivstovu í Stavanger. Hetta er krav til feløg, sum virka í norskum øki. Afturfyri fáa øll feløg afturgoldið frá statinum 78% av øllum útreiðslum, sum hava sambandi við leiting. Tá tey finna olju skulu tey so rinda 78 í skatti av øllum inntøkum. Samanborið við føroysku reglarnar, so rinda feløgini her allar útreiðslur fyri leiting, men kunnu so draga útreiðslur frá finna tey olju.

Norskir myndugleikar lótu 52 leitiloyvi í Noskahavinum, Norðsjónum og í Barenshavinum til 37 feløg. Teirra millum er eisini norska Sagex, sum hevur tvey leitiloyvi í Føroyum saman við Atlantic Petroleum. Fyrr vóru tað næsan bara stór feløg, sum søktu. Síðani staturin hevur broytt reglarnar, soleiðis at øll feløg fáa afturgoldið 78% av útreiðslunum til tey finna olju, hevur ein riðil av smærri oljufeløgum lat inn boð til myndugleikarnar.