Faroe Pride fer á rull í morgin

Stór prideskrúgongan, sum plagar at vera í Havn fyri ólavsøku, verður hesaferð skipað sum rekkjukoyring úr Havn, kring Skálafjørðin og aftur til Havnar.

– Vón okkara er, at nógv hava hug at prýða bil sín og koma við í rekkjukoyringina.

 

Tað skrivar LGBT til miðlarnar.

 

– Vit hittast inni á botn á Hjalla klokkan 16.30 í morgin, og har verður rekkjan skipað, áðrenn leiðin gongur inn í Eysturoynna, siga tey.

 

Flottasti bilurin vinnur gisting á Hotel Hilton fyri tvey við morgunmati, plakat og posa frá LGBT Føroyum og merchandise frá FIMFF.

 

– So tað er at lata hugflogið flúgva, og lata bilin vera so serstakan, litríkan og festligan sum gjørligt. Sent verður live, meðan vit koyra, skrivar LGBT.

 

– Á ferðini senda vit prát, røðu og tónleik á FM 104,5 til bilarnar í rekkjukoyringini og tey grannaløg vit koma framvið.

 

Røðuna í ár heldur Jakob Fauerby, kendur frá Vild med dans. Jakob hevur nógvar royndir við revyum í Danmark og vann í 2020 heiðurin sum ársins LGBT+ persónur til Danish Rainbow Awards.

 

##med3##

 

Farleiðin til rekkjukoyringina er hendan:

 

Koyrt verður av Hjalla klokkan 17 og so gongur leiðin gjøgnum Eysturoyartunnilin og upp á Strondum. Koyrt verður kring Skálafjørðin til Runavíkar og aftur gjøgnum Eysturoyartunnilin til Havnar. Tá gongur leiðin framvið úti á Gøtu, oman Løgmannabreyt, eftir Vegnum langa, oman Sundsveg, framvið Norðurlandahúsinum og eftir Marknagilsvegnum, yvir um brúnna til Argir, oman Traðargøtu og Støðlagøtu, framvið Eikini og Landssjúkrahúsinum, oman Jóanesar Patursonargøtu og steðga so eina lítla løtu í Steinatúni. Tá bilarnir koyra viðari úr Steinatúni umleið kl. 19 er Pride-rekkjukoyringin liðug.

 

##med2##

 

Røðuna í ár heldur Jakob Fauerby, kendur frá Vild med dans. Jakob hevur nógvar royndir við revyum í Danmark og vann í 2020 heiðurin sum ársins LGBT+ persónur til Danish Rainbow Awards