Faroe Pride: – Tað verður litríkt og festligt

– Tað verður ikki bara ein fagnaðarløta, men eisini eitt høvi at vísa á teir kamparnar, sum enn ikki eru vunnir, sigur Esther Margreth Petersen, samskipari hjá LGBT+ Føroyum.

Faroe Pride er eftir hondini blivin ein fastur partur av upphitingini til ólavsøkuna – í øllum førum fyri summi.

 

Skrúðgonga verður sum vant í morgin, 27. juli, og tá hittast fólk við Tórsvøll í Gundadali, áðrenn gingið verður oman á Vaglið, har konsertir, røður og annað verður á skrá.

 

– Tað verður litríkt og festligt, júst soleiðis sum tað plagar. Alt er so gott sum ókeypis, vit deila fløgg út og til ber at fáa andlitsmáling, fortelur Esther Margreth Petersen, samskipari hjá LGBT+ Føroyum, sum gleðir seg nógv til pride’ina.

 

– Vit plaga at siga, at vit seta lit á havnargøtur tann dagin. So tað verður tað festliga undirhaldið, man kennir, og sangir man kann syngja við og dansa til.

 

Hví halda tit tað vera neyðugt at blíva við at halda Pride?

 

– Tað er fyri at fagna ymiskleikanum, og hvussu langt vit eru komin, men eisini fyri at vísa á, at mismunur enn fer fram mótvegis LGBT+ persónum. Tað er sostatt ikki bara ein fagnaðarløta, men eisini fyri at vísa á teir kamparnar, sum enn ikki eru vunnir.

 

Hvat er tað til dømis?

 

– Tað er nógv, bæði lógarmessiga, men eisini hugburðsmessiga. Herfyri kom fram, at samkyndir menn ikki sleppa at geva blóð á jøvnum føti við onnur, men tað sær út til at fara at broytast, sigur Esther Margreth Petersen.

 

– Men eisini tað við niðrandi talu og ágangi. LGBT+ persónar uppliva nógvan ágang, bæði í náttarlívinum og í lívinum yvirhøvur. Tað er ikki okay at fara soleiðis við nøkrum, sigur hon og vísir á, at lesarabrøvini, ið verða skrivað um LGBT+ viðurskifti ofta eru grov og niðrandi.

 

Eitt ítøkiligt mál hava tey eisini í LGBT+ Føroyum:

 

– Nú er tað serliga løgfrøðiligt kynsskifti, vit ætla at varpa ljós á.

 

Umframt Faroe Pride verða eisini nøkur tiltøk í vikuni upp til ólavsøkuna. Til dømis verður íslendski leikurin “Góðan morgun F*ggi” vístur í Norðurlandahúsinum.

 

– Leikurin snýr seg um tað at vera samkyndur og finna útav tí í einum lítlum samfelag. Tað gleða vit okkum til, sigur Esther Margreth Petersen.