Faroe Ship fer ikki úr Klaksvík

Faroe Ship heldur fram í Klaksvík øðrum formi. Hetta sigur stjórin á Faroe Ship, Jóhanna á Bergi og staðfestir, at talan bara er um eina tillaging til ein broyttan veruleika. Jóhanna á Bergi sigur við Portalin, at talan ikki er um, at Faroe Ship rýmir úr Klaksvík.

- Vit koma als ikki at steðga okkara virksemi í Klaksvík, tí vit eru við í frystihúsinum í Ánunum, sigur Jóhanna á Bergi.

- Í framtíðini koma vit at síggja eitt annað slag av virksemi í Klaksvík, tað vera bingjuskip, reefer vessels og fremmand skip sum Agency deildin umboðar. Somuleiðis koma vit at kunna bjóða pláss á vøruhotelli og frystihúsinum í Ánunum.

Faroe Ship er nógv broytt seinastu árini og má tí, sambært stjóranum, eisini tillaga seg broyttu umstøðunar á marknaðinum.

- Í dag er virksemi á sjey ymiskum støðum í landinum og seks av teimum liggja umleið ein tíma koyring frá hvørjum øðrum.

Tá Faroe Ship eisini hevur keypt bæði Flutningsleiðina hjá Hera Thomsen og Farmaleiðir, so tað, sambært Jóhannu á Bergi, ein náttúrlig tillaging at sigla til færri støð.