Klokkan 13 í dag byrjar ráðstevnan í Løkshøll í Runavík. Hetta er ein almenn ráðstevna, sum á hvørjum ári verður hildin í sambandi við vinnustevnuna, FaroExpo. Fýra fyrilestrar eru á skránni í Løkshøll seinnapart í dag, og felags heitið fyri fyrilestrarrøðina er ?Nútímans leiðsla?.
Tiltakið verður sett klokkan 13 av borgarstjóranum, Magnusi Rasmussen, og longu klokkan 13.15 verður fyrsti fyrilesturin. Tað verður stjórin í SEV, Hákun Djurhuus, sum fer at greiða frá um ?Mennandi leiðslu í verki?.
Annar fyrilesturin verður hildin av Jógvani Fríðrikssyni, og hesin hevur heitið ?Hvussu møta vit avbjóðingum?.
Fyrilesturin hjá biskupinum byrjar klokkan 14.00.
Triði fyrilestrarhaldarin verður kendi skemtarin, Jákup Veyhe, og fyrilesturin hjá honum hevur heitið ?Hin skeivi fyrilesturin?.
Jákup fer á pallin klokkan 15.
Fjórði og seinasti fyrilestrarhaldarin verður stjórin í Elektron, Niels Christian Nolsøe, sum fer at tosa um evnið ?Hvat eyðkennir rættar avgerðir?.
Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún, verður orðstýrari, og FaroExpo ráðstevnan endar klokkan 16.30.
Ráðstevnan í Løkshøll er almenn.
Tey, ið enn ikki hava tilmeldað seg, men kortini kundu hugsað sær at verið við, kunnu venda sær til www.faroexpo.fo
Fyrireikararnir siga, at í morgun eru bert heilt fá pláss eftir.