info
Ongi úrslit

FarPay kosin »Børsen Gazelle 2021«

Føroyska fintech fyritøkan, FarPay, hevur seinastu árini havt stóra framgongd bæði í Føroyum og uttanlands. Fyri tveimum árum síðani bleiv FarPay kosin »Ársins íverkseti« í Føroyum og nú er FarPay kosin til »Børsen Gazelle 2021«, av danska blaðnum Børsen.

Eirikur Lindenskov
18. oktober 2021 kl. 12:20

Tað er ein stórur sigur fyri FarPay, eftir eitt ár, har korona heimsfarssóttin hevur sett forðingar fyri mongum fyritøkum. Nakrar fyritøkur eru kollsigldar, meðan FarPay hevur havt góðan viðstreym og hevur í 2020/2021 økt um bæði kundatal og umsetning, eins og undanfarnu árini, sigur fyritøkan í tíðindaskrivi.

Og tað er grundarlagið fyri Gazelle-prísin, har krøvini eru, at fyritøkan skal veksa samanhangandi ár eftir ár, og í minsta lagi tvífalda umsetningin ella bruttoúrslitið seinastu fýra árini.

Eitt stórt herðaklapp

– Vit eru ógvuliga stolt av at verða kosin til »Børsen Gazelle«, staðfestur Sámal Samuelsen, stjóri.

– Tað er eitt stórt herðaklapp til ágrýtnu starvsfólk okkara, ið leggja nógva orku í at skapa tær tænastur, sum hava givið okkum stóran vøkstur og viðgongd hjá okkara kundum og gjaldarum teirra. 

– At blíva kosin »Gazella« hevur ikki verið eitt mál í sær sjálvum, men tað er eitt tekin um at úrslitini vit hava nátt seinastu árini eru sera góð. Og vit stríðast áhaldandi fyri at økja vøksturin og blíva Gazella aftur næsta ár. Tí hava vit sett fleiri nýggj starvsfólk, bæði í Føroyum og Danmark, og er starvsfólkatalið tvífalda seinasta árið, so vit hava orku til at renna móti nýggjum málum, og enn fleiri framkomnum og brúkaravinarligum loysnum.

FarPay er fyrr í ár flutt í nýggja høvuðsskrivsstovu í Tórshavn, har rúmd er fyri framtíðar vøkstrinum hjá felagnum og fleiri starvsfólkum.

FarPay hevur kundar í Føroyum, Danmark og Grønlandi, har tað serliga í danska marknaðinum eru stórir vakstrarmøguleikar, men FarPay arbeiðir eisini við at víðka um virksemi til onnur lond.

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Triðja tapið á rað hjá TTH Holstebro

19 minuttir síðan
Tíðindi

Greinari: Trump hevur valt at stuðla Putin

49 minuttir síðan
Tíðindi

Russisk álop tóku streymin frá meira enn einari millión fólkum

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Vejle vann á útivølli í Aalborg

1 tími síðan
Fótbóltur

Teitur er aftur í HB málinum

1 tími síðan
Tíðindi

Vil seta inntøkumark í fiskavirkisskipanini

1 tími síðan
Tíðindi

Pávin út­skriv­að­ur eft­ir skurð­við­gerð fyri lungna­krabba

2 tímar síðan
Hondbóltur

Maria vann á Rakul í bestu donsku hondbóltsdeildini

2 tímar síðan
Tíðindi

Grønt skógarbelti verjir stórt vatngoymsluøki

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Bjartalíð og liðfelagarnir eru enn í stórum niðurflytingarvanda

3 tímar síðan
Tíðindi

Akranes hand­að Smyril Line – Skipa­nes fram­vegis und­ir umvæling

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Tað kostar eisini at spara

4 tímar síðan