Fartelefonin minnir teg á at taka heilivágin

Nú er liðugt við at gloyma at taka heilivágin

Nógv, sum taka heilivág regluliga koma javnan í ta støðu, at tey gloyma at taka hann til tíðina.

Men nú er liðugt við tí, tí nú ber nevniliga til at fáa fartelefonina at minna teg á at taka heilivágin.

Apotekið skrivar á síni heimasíðu, at nú er ein app ment til fartelefonir, sum minnir fólk á, nær heilivágur skal takast

 

Appin, Medicinhusker, er ókeypis og hon er so brúkaravinarlig, at fólk í øllum aldri kunnu fáa gagn av henni.

- Apotekið sigur, at hetta er ein app, sum er bæði er hent hjá fólki, ið taka nógv sløg av heilivági, og hjá fólk, sum bara taka eitt slag av heilivági, eitt nú p-bollar

 

Royndir vísa, at í báðum førum kann tað vera torført at minnast til heilivágin, sigur Apotekið.

 

Appin kann búkast á iPhone, Android og iPad og tað ber til at hava fleiri brúkarar, so at appin kann eisini brúkast til at minna foreldur, børn, hjúnafelaga, ella onnur, á at taka heilivág.

Í appini ber eisini til at skriva blóðtrýst, blóðsukur og vekt, so at tað eisini ber til at fylgja við tí.