Heilsugóður, mettandi og vælsmakkandi matur og góðar matupplivingar. Hetta hevur alt stóran týdning fyri trivnaðin og heilsuna hjá okkara børnum.
Børnini á dagstovnum og børnini í skúlum í Tórshavnar kommunu skulu hava nýgjørdan mat hvønn dag á middegi.
Og við hesum er tíðin komin til, at vit veittra matpakkanum farvæl.
Síðani eg skrivaði um matpakkan fyrstu ferð, hava nógv foreldur og fakfólk stuðlað mær í hesum. Tey siga, at í einum gerandisdegi við knappari tíð verða nakrar breyðflísar smurdar í skundi - og so út um hurðina við børnunum.
Hetta hevur sannført meg enn meira um, at nýgjørdur matur skal avloysa matpakkan.
Loysnirnar kunnu vera ymiskar frá einum dagstovni í annan.
Á stovninum hjá soninum hava foreldrini ymiskan mat við hvørja viku, sum eitt starvsfólk ger saman við børnunum, sum forvitin fylgja við. Hetta er ein einføld loysn, sum riggar væl á Stellu Maris í miðbýnum.
Starvsfólk eru ymisk, og tað eru stovnar eisini, og tí ber tað eisini til at gera aðrar einfaldar matloysnir, sum geva børnunum góðan og fjølbroyttan mat og loysnir, sum rigga til einstaka stovnin.
Á flestu skúlum eru góðir køkar, og her skulu køksstarvsfólk matgera, so skúlabørn ongan matpakka hava við.
Matloysnin skal vera eitt val hjá foreldrunum, og tað skal ikki taka tíð frá starvsfólkum á dagstovnum og skúlum.
Prísurin fyri foreldrini verður ikki nógv meira enn 99kr um mánaðin fyri matin - tað sama sum mánaðargjaldið til Netflix.
Fái eg undirtøku á býráðsvalinum, fari eg at arbeiða fyri, at børnini á dagstovnum og í skúlum í Tórshavnar kommunu fáa nýgjørdan mat á middegi hvønn dag.
Tá ið barnafamiljurnar hava tað gott, hevur Havnin tað gott.
Høgni S. Reistrup,
býráðsvalevni í Havn