Farvæl og takk!

EM: Íslendska ævintýrið rakk í fjórðingsfinaluna, men ikki longur, og tí bresta Frakland og Týskland saman í hálvfinaluni

Eingin sum helst ivi um, at saknur verður í íslendingum, nú tríggir dystir eru eftir av EM-endaspælinum í Fraklandi, sum eru báðar hálvfinalurnar og finalan. Saman við Wales hevur Ísland gjørt hetta endaspælið ógloymandi, og so skal havast í huga, at walisararnir enn eru við í leikinum!



Eftir fyrstu 12 minuttirnar í dystinum í kvøld, har tað í veruleikanum sá sera gott út hjá Íslandi ímóti fronsku EM-vertunum, koppaði alt á høvdið og fronsku stjørnurnar vunnu seg framum heili 4-0 eftir fyrstu 45 minuttirnar.



Olivier Giroud legði fyri við at skora til 1-0 í fyrstu royndini, og síðani skallaði Paul Pogba til 2-0 eftir horna, Demitri Payet økti til 3-0 við langskoti og Antoine Griezmann slapp leysur ímóti málinum og gjørdi tað til 4-0. Snøgt sagt klassamunur fyrstu trý korterini!



Frægari eftir steðgin

Ein tung støða hjá íslendingum, sum harvið høvdu eina tunga og langa mótbrekku í seinna hálvleiki. Teir fingu heldur ikki fraklendingar aftur, men royndu at fáa sum frægast burturúr, og tað eydnaðist teimum at fáa tvey mál í málríkasta dystinum hetta endaspælið, sum altso endaði 5-2 til Frakland.



Stutt inn í seinna hálvleik toygdi Kollbeinn Sigþórsson seg fram og minkaði til 4-1, men bara tríggjar minuttir seinni var Giroud aftur á blettinum og skallaði til 4-2. Næstu løtuna hevði Ísland fleiri sera góðar atsóknir og bleiv snýtt fyri eitt brotsspark, men seks minuttir fyri tíð bragdaði aftur, tá Birkir Bjarnason gjørdi tað til 5-2.



Samanumtikið ein sera hendingarríkur dystur, har Frakland tó vísti sína styrki og fult uppiborið kemur í hálvfinaluna ímóti Týsklandi. Íslendska ævintýrið er av á hesum sinni, men hvør veit, um ikki Wales er til reiðar at longja sítt ævintýr í hálvfinaluni við at vinna á Portugal og koma í finaluna. So hevði EM 2016 í øllum førum aldrin blivið gloymt!